Gamlir mekanikarar hjá Vilhelm Nielsen hittust

Seinnapartin í dag hittust nógvir fyrrverandi bilmekanikarar hjá P/F Vilhelm Nielsen & Søn í gamla verkstaðnum hjá Vilhelm Nielsen í Jónas Broncksgøtu í Havn.

 

Tað er Sámal Bláhamar í Havn, sum hevði tikið stig til tiltakið – og høvi var, at hann í dag fyri júst fimmti árum síðani fór í læru hjá Vilhelm Nielsen sum bilmekanikari.

 

Hann hevði lænt hendan partin av gamla verkstaðnum, sum nú hýsir múraravirkinum hjá Birgiri Krossteig. Partur av verkstaðnum varð tikin niður, tá bygningurin hjá Smyril Line varð bygdur fyri góðum 20 árum síðani.

 

Gomlu mekanikararnir hugnaðu sær við køkum og kaffi – og fleiri tóku orðið. Umframt Sámal Bláhamar, so søgdu bæði Vagnur Michelsen, sum lærdi og starvaðist hjá Vilhelm Nielsen í sjey ár, áðrenn hann fór á læraraskúla. Eisini Sverri Mortensen, sum var á verkstaðnum í nærum hálva øld segði nøkur orð.

 

Thorolf Bjørklund, sum var síðstu stjórin hjá P/F Vilhelm Nielsen og sum var versonur hansara, segði eisini nøkur orð.

 

Tveir gamlir Opelbilar vóru eisini við, ein Opel Manta B frá 1975 og og ein Opel Kadett B frá 1973. Teir vakstu sum vera man gomul minni.

 

Síggið fleiri myndir VIÐ AT TRÝSTA HER