Gamlir liðfelagar funnu væl saman

Knøpp tíggju ár vóru ímillum tey bæði landsliðsmálini hjá Kurt Mørkøre, og Todi Jónsson var farin ellivu ferðir av vøllinum uttan at skora, áðrenn tað eydnaðist hesa ferð

Báðir teir føroysku málskjúttarnir ímóti Íslandi fríggjadagin høvdu áður roynt at skora fyri Føroyar, men um teir meiri ella minni høvdu gloymt kensluna av at skjóta mál á landsliðnum, so var tað kanska einki at siga til, tí hjá báðum hevði tað verið málleyst rættuliga leingi.

Allan Simonsen hevði ætlað, at Uni Arge í útgangsstøðuni skuldi vera í álopinum saman við Toda Jónsson. Men fótskaðin, sum Uni Arge (og ikki Julian Johnsson, sum vit frættu úr Spania hósdagin) fekk undir venjing hósmorgunin, darvaði so mikið, at Uni Arge helt seg ikki til at spæla. Jákup á Borg var frammanundan so mikið skaddur, at hann ikki fekk spælt.

So hevði Allan Simonsen valið ímillum tríggjar klaksvíkingar til álopsplássið, og hann valdi Kurt Mørkøre framum Rógva Jacobsen og Heðin á Lakjuni.


Fyrstu ferð

Kurt Mørkøre og Todi Jónsson høvdu frammanundan verið á landsliðnum saman ellivu ferðir. Men hetta var fyrsta ferðin, at teir báðir mannaðu álopsplássini í senn.

Kurt verður 31 seinni í hesum mánaðinum, og Todi varð 28 í síðstu viku. Men hóast aldursmunin, so vóru teir ofta á sama liði í yngru deildunum hjá KÍ. Tá var Kurt ofta í álopinum, meðan Todi var miðvallari. Teir vóru saman á liðnum, sum í 1991 vann FM. Tá var Kurt fyri tað mesta aftasti maður í verjuni, meðan Todi var á miðvøllinum.

Vit skilja á teimum, sum sóu dystin ímóti Íslandi, at innanhýsis fatanin var góð ímillum teir báðar.


Bíðaðu leingi

Kurt Mørkøre hevur eina ferð áður skorað á landsliðnum. Tað var í Gundadali mikukvøldið 8. august í 1990. Ta ferðina legði hann Føroyar framum 1?0 ímóti Íslandi. Úrslitið ta ferðina var, at Ísland vann 3?2. Fríggjadagin ? knøpp tíggju ár og eftir at Kurt hevði spælt 23 landsdystir uttan at skora mál ? legði Kurt Mørkøre Føroyar framum 1?0 ímóti Íslandi. Aftur hesa ferð varð úrslitið 3?2 til Ísland.

Todi Jónsson hevði frammanundan fríggjadegnum skorað átta landsliðsmál. Hetta var fyrsta ferðin, at hann skoraði ímóti Íslandi. Í gott og væl fýra ára tíðarskeiðnum frá tí at Todi skoraði fyrsta landsliðsmálið ímóti Turkalandi í 1991, og til hann skoraði ímóti Russlandi í 1995, spældi Todi átjan ferðir á landsliðnum uttan at gera mál.

Áttanda málið skoraði Todi ímóti Malta á Svangaskarði 8. juni í 1997. Síðani tá hevur toppskjúttin spælt ellivu landsdystir, uttan at tað hevur eydnast at gera mál (hann hevur fingið trý brotsspørk, sum, tíverri, bara hava givið eitt mál).

Mikudagin í síðstu viku hevði Todi føðingardag. Tá góvu føroyingarnir í Spania honum ein revolvara, tí teir vildu hava hann at venja í at miðja eftir málinum, og vit kunnu bara staðfesta, at longu fríggjadagin fruktaði. Og so mugu vit vóna, at neyvleikin verður eins stórur, tá Morten Olsen kemur við sínum monnum til Føroya í august, og ikki minst tá tað í september verður farið undir HM undankappingina.


Sjáldan fleiri mál

At føroyingar skora tvey mál kemur ikki fyri á hvørjum ári. Landsdysturin ímóti Íslandi var nummar 65, og hetta var tíggjunda ferðin, at føroyingar megnaðu at skora fleiri enn eitt mál. Tað er merkisvert, at tað hevur bara eydnast at vunnið fimm av hesum tíggju dystunum: tvær ferðir ímóti Malta, tvær ferðir ímóti San Marino og eina ferð ímóti Estlandi.

Tvær ferðir ímóti Íslandi, eina ferð ímóti Russland og eina ferð ímóti Spania hevur landsliðið skorað tvær ferðir og alíkavæl tapt. Ímóti Estlandi endaði tað fyri fýra árum síðani 2?2.

Tað er bara eina ferð áður komið fyri, at báðir álopsmenninir hava skorað í sama dysti. Tað var á heimavølli 8. juni í 1997 ímóti Malta. Føroyar vunnu 2?1, og Uni Arge og Todi Jónsson mannaðu álopsplássini og skoraðu hvør sítt mál.