Gamlarætt: Sótu tríggjar tímar í bussinum

Ferðafólk í Sandoynna, sum fóru í bussin hjá Bygdaleiðum í Havn í dag klokkan 16.45 ávegis til Gomlurætt, sluppu ikki umborð á Teistan fyrr enn tríggjar tímar seinni.

Seinnapartin í dag, tá Hasfjord hevði lagt til bryggju á Gomlurætt, brotnaði annað heftið - ella oyrað - á portrinum.

 

Portrið hekk uppi, men tá annað oyrað var brotið, bar ikki til at fáa portrið aftur, soleiðis at skipið kundi loysa.

 

Teistin, sum fór úr Skopun klokkan 16.35 og skuldi sigla aftur av Gomlurætt klokkan 17.20, slapp ikki til bryggju, tí her lá Hasfjord - við opnum portri.

 

Tá tað vísti seg at fara at taka tíð at fáa portrið á Hasfjord aftur, so skipið kundi loysa, fór Teistin aftur til Skopunar at bíða við ferðafólki og farmi.

 

Ein stór gravmaskina hjá NCC stóð á rampuni og helt grabban undir portrið, tí vandi var fyri, at portrið kundi loysna úr heftinum, sum var eftir og detta niður á rampan.

 

Fólk hjá Mest komu á Gomlurætt við ketum og taljum, og her kom eisini ein kranabilur.

 

Tað eydnaðist umsíðir monnum við ketum, taljum og kønari hond at fáa portrið at detta niður í skakkið aftur, soleiðis at tað kundi latast aftur, og skipið kundi loysa.

 

##med2##

 

Tá Hasfjord hevði loyst á Gomlurætt og hevði sett kósina til Havnar, har skipið nú noyðist á beding hjá Mest, kundi Teistin loysa í Skopun við ferðafólki og farmi.

 

Ferðafólk, sum fóru úr Havn við Bygdaleiðum klokkan 16.45, sótu í bussinum á Gomlurætt, til Teistin umsíðir var komin og kundi loysa aftur um 19.45-tíðina í kvøld.

 

Soleiðis sótu ferðafólk í bussinum í tríggjar heilar tímar, men her høvdu tey tað gott og kundu ganga út og inn og fylgja arbeiðnum við Hasford - júst sum tey høvdu hug.

 

Nú er Teistin í Skopunarfirði og leggur at í Skopun um eitt bil. Síðan verður siglt restina av kvøldinum eftir galdandi ferðaætlan hjá Teistanum.

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

 

 

 

 

Á hesi myndini sæst (bláa jarnið), at oyrað á rampuni í bakborði er brotið.