Annita á Fríðriksmørk hevur nakrar viðmerkingar til viðtalu mína við Sosialin tann 16. mai.
Eg vil nýta høvið til at ynskja Annitu vælkomna aftur av barnburðarfarloyvi.
Í míni viðtalu við Sosialin vórðu tveir spurningar viðgjørdir:
Annað er kjakið um lønarspurningin - tvs.: Hví eru lønarkrøvini so stór? Vil ein skattalætti minka um lønarkrøvini? Hevur fíggjarpolitikkurin ávirkan á lønarkrøvini?
Hitt evnið var um búskaparútlitini komandi árini og hvørjir trupuleikar kunnu standast av eini møguligari niðurgongd í búskapinum.
Eg vil ikki nýta hesa greinina til at svara Annitu aftur, tí eg meti at hon hevur skilt boðskapin í viðtaluni. Eg vil heldur nýta plássið í greinini til at fara eitt sindur longur við nøkrum av hugleiðingunum.
Gamlar teoriir
Spurningurin um hvat ávirkar lønargongdina og hvussu lønin verður ásett, hevur verið viðgjørd av búskaparfrøðingum í mong ár. Tískil eru eisini mangar teoriir um hetta evnið. Í viðtaluni gav eg eina mynd av, hvussu flestu búskaparfrøðingar og lærubøkur í dag síggja veruleikan.
Eitt búskaparfrøðiligt / teoretiskt kjak um lønarvøkstur o.l. er neyðugt, tí vit í Føroyum í dag hava nógvar gamlar teoriir hangandi, sum als ikki verða nýttar aðrastaðni longur.
T.d. var í 1974 ein heimskend (heimskend millum búskaparfrøðingar) samrøða inni á eini matstovu í Washington, har Art Laffer teknaði eina mynd niður á ein serviett. Henda myndin er seinni kend sum Laffer-kurvan. Ronald Reagan nýtti Laffer-kurvina til at føra skattapolitikk eftir í 80?unum. Í stuttum gongur henda teoriin út uppá, at um vit lækka skattin vil hetta geva fólki hug at arbeiða meiri og skapa økt virksemi, sum harvið vil økja skattainntøkurnar.
Reaganomics - sum búskaparpolitikkurin hjá Ronald Reagan varð kallaður - mundi kollsiglt amerikanska búskapin, tí hallið á almenna kassanum gjørdist so stórt, og tí USA umbroyttist frá at vera eitt land við stórari nettoogn uttanlands gjørdist eitt land við stórari nettoskuld til útlond. Seinni hava nógvar útrokningar víst - m.a. útrokningar hjá Alan S. Blinder - at Laffer-kurvan als ikki hevur tað skapið sum búskaparfrøðingarnir aftanfyri Reaganomics trúði at hon hevði. Tískil er tað fáur búskaparfrøðingur, sum vil nýta argumentir frá Laffer-kurvini í dag.
Hóast hetta, so er henda teoriin tann sama sum Fólkaflokkurin ber fram ferð eftir ferð, nevniliga at skattalætti førir til øktar skattainntøkur.
Veruleikin er tann beint øvugti, nevniliga at skattalættar, í flest øllum førum, geva minni pening í skattainntøkum.
Lønarvøkstur og skattalætti
Á sama hátt sum Laffer-kurvan hevur verið viðgjørd nágreiniliga av búskaparfrøðingum, er spurningurin um samanhangin millum skattalætta og lønarvøkstur eisini nágreiniliga viðgjørdur.
Nógvar teoriir hava ígjøgnum tíðirnar verið frammi um, at ein skattalætti førir til lægri lønarkrøv. Í dag meina flestu búskaparfrøðingar, at møguliga (møguliga merkir, at tað ikki kann avvísast) vil ein skattalætti minka um lønarkrøvini uppá stutt sikt. Uppá langt sikt er semja um, at býtið av inntøkuskapanini í búskapinum millum løn og restinntøku er konstant. (Restinntøkan er tað sum virkið hevur eftir aftaná rakstur - tvs. til íløgur og avlop). Vanliga verður sagt at býtið millum løn og restinntøku er 1/3 til restinntøku og 2/3 til løn.
Vit kenna eisini hetta aftur í gerandisdegnum - t.d. argumentið sum arbeiðarafeløgini plaga at koma við: "Vit vilja hava okkara part av vøkstrinum!" ella at "vit vilja hava okkara part av køkuni!". Hetta er kravið um teir tveir triðingarnar av inntøkuni í búskapinum.
Konstanta býtið merkir sostatt, at ein skattalætti onga ávirkan vil hava á lønarkrøvini í samráðingunum uppá langt sikt.
Ikki lægri lønarkrøv
Vit kunnu øll vera samd um, at ein skattalætti og ein lønarvøkstur vilja geva somu disponiblu inntøkur (eftir skatt) fyri hvønn einstakan av okkum. Harvið skuldi vit trúð, at vit vóru líkaglað um vit fingu skattalætta ella um lønin fór upp.
Sjálvt um hetta er logiskt fyri hvønn einstakan av okkum, so er hetta ikki veruleikin um vit hyggja eftir øllum búskapinum.
Ein ekspansivur fíggjarpolitikkur, sum ein skattalætti er, ber við sær at samlaði eftirspurningurin í samfelagnum økist, at virksemið av hesum fer upp, at lønarstøðið tessvegna aftaná gerst hægri enn tað annars vildi verið, og at eitt møguligt gjaldsjavnayvirskot minkar ella eitt møguligt gjaldsjavnahall veksur. Økta virksemið hevur við sær vaksandi skattskyldugar inntøkur frá økta innlendska eftirspurninginum, men ikki nokk til at fíggja skattalættan.
Tvs. at tá skatturin lækkar vil tann ekspansiva effektin viðføra at virksemið gerst størri - og tískil gerst kravið um 2/3 av inntøkuni eisini størri.
Við øðrum orðum: Ein skattalætti førir ikki til lægri lønarkrøv, men tvørturímóti til hægri lønarkrøv.
Føroyskur fíggjarpolitikkur
Í Føroyum hava vit avmarkaða nøgd av stýringsamboðum til búskapin. T.d. kunnu vit ikki føra valutapolitikk ella peningapolitikk. Onnur stýringsamboð eru eisini burtur.
Tískil hevur fíggjarpolitikkurin so stóran týdning fyri okkum sum stýringsamboð og tískil mugu vit duga væl at umsita fíggjarpolitikkin.
Í Føroyum hava vit sein-astu 30 árini altíð ført ein konjunkturviðgangandi fíggjarpolitikk. Hetta vil siga, at vit brúka úr kassanum tá tíðirnar eru góðar, og halda aftur tá tíðirnar gerast verri.
Hetta svarar til, at Jósef í Egyptalandi brúkti alt kornið í teimum sjey góðu árunum og kravdi meiri korn frá fólkinum í ringu árunum, hóast tey onki korn áttu. Hetta er einki minni enn ein katastrofa!!!
Hesin fíggjarpolitikkur hevur eisini verið førdur seinastu fimm árini.
Seinastu fimm árini hevur landskassin økt sínar rakstrarútreiðslur úr góðum tvær til góðar tríggjar milliardir. Hetta er ein ekspansivur fíggjarpolitikkur sum vil nakað - í allar bestu tíðum - gulltíðum.
Fyrsta treytin fyri at kunna seta gongd í búskapin í ringum tíðum er, at tú hevur eitt avlop í góðum tíðum. Hetta avlopið er minkað niður í null í ár. Hvat kunnu vit nú gera um tíðirnar gerast verri???
Vit mugu duga betur at umsita fíggjarpolitikkin í Føroyum. Tað nyttar ikki at vit ferð eftir ferð skulu renna okkum føst vegna vánaligari stýring.
Høvuðsendamálið við fíggjarpolitikkinum skal vera, at tryggja eina javna búskapargongd. Hetta má og skal vera fremsta málið við fíggjarpolitikkinum.
Fíggjarpolitikkur og lønarvøkstur
Í viðtaluni í Sosialinum var eg inni á, at fíggjarpolitikkurin hjá samgonguni hevur høvuðsábyrgdina av at lønarkrøvini eru so stór.
Einki er at ivast í, at tað er sera stóra trýstið á búskapinum, sum hevur ført til stór lønarkrøv. Trýstið stavar frá øktum fiskaprísum, øktari fiskanøgd og fíggjarpolitikkinum. Vit kunnu neyvan geva fiskaprísi og fiskanøgd skyldina fyri yvirupphitingini - vit eiga heldur at vera takksom fyri at okkum eru givin nøkur góð fiskiár. Einasti veruligi syndari í hesum er fíggjarpolitikkurin, tí hann skal jú lagast eftir gongdini í restini av búskapinum so at vit fáa eina javna gongd.
Henda samgongan hevur ført ein óforsvarligan fíggjarpolitikk, við tað at almennu útreiðslurnar eru øktar ófatiliga nógv seinastu fimm árini. Lítið og onki er lagt inn á goymslu og vøksturin í almennu útreiðslunum hevur ført til yvirupphiting av búskapinum.
Lønarvøkstur er tekin um eitt trýst sum hevur verið á búskapinum í eina tíð - t.d. sum nú av førda fíggjarpolitikkinum.
Einki er at ivast í, at førdi fíggjarpolitikkurin hevur høvuðsábyrgdina av at lønarkrøvini eru sum tey eru.
Útlitini komandi árini
Eftir sjey góð ár koma sjey ring ár. Soleiðis var í Egyptalandi og soleiðis sigur søgan okkum at gongdin plagar at vera í Føroyum. Smá lond eru serliga viðbrekin fyri búskaparligum sveiggjum. Hetta setur Føroyar í serstøðu, tá Føroyar verða sammettar við størri lond. Ein stórur partur av samlaða eftirspurninginum hjá einum lítlum landi er undirgivin ávirkanum, sum vit hava lítið og einki tamarhald á.
Eitt lítið land sum Føroyar eigur av hesi orsøk at hava eina upphædd tøka at standa ímóti við. Henda upphædd skuldi verið á leið eitt árs BTÚ - í dag er hetta uml. 10 mia. kr.
Búskaparfrøðingar kunnu líka illa sum onnur spáa um framtíðina, tí hon er nært tengd at fiskanøgd og fiskaprísi og gongdina í hesum kenna nógv onnur betur til enn búskaparfrøðingarnir.
Tó kunnu vit siga nakað um hvussu væl ymisku sektorarnir eru fyri at taka ímóti einum møguligum bakkasti. Tað var hetta eg royndi at gera í viðtaluni í Sosialinum.
Vit kunnu fyri vissu siga, at landskassin ikki er væl fyri at taka móti einum bakkasti. Onki avlop er á fíggjarlógini, skuldin er stór og uppsparingin lítil.
Avleiðing fyri Landskassan
Mín meting er tískil, at fyri at landskassin skal klára seg komandi árini, mugu uppgávur flytast yvir á kommunurnar (uttan at fult endurgjald verður latið kommununum) og samstundis má peningur nýtast av uppsparingini í Landsbankanum og møguliga má skatturin hækkast ella einhvør lántøka má fremjast - uttanlandalán ella innanlandalán.
Um vit skulu meta um hvussu skjótt tøki peningurin í Landsbankanum er tømdur, kunnu vit rokna soleiðis:
Í bankanum standa 2,4 milliardir.
Av hesum eru 1,5 milliardir bundnar (lógarásett innistandandi í Landsbankanum)
Eftir eru 900 milliónir tøkar.
Í ár mugu vit brúka 150 milliónir til avdráttir og aðrar 150 milliónir gerast bundnar við tað at lógarásetta kravið økist frá 1,5 til 1,65 milliardir.
Hervið minkar tøki peningurin við umleið 300 milliónum longu við árslok í ár.
Eftir eru nú umleið 600 milliónir.
Um gongdin heldur áfram við somu ferð er ongin tøkur peningur um tvey ár.
Tá má skatturin hækkast ella lán takast.
Hetta verður ikki sagt tí at eg ynski at skatturin skal hækka. Ei heldur ynski eg at landskassin má út at lána pening. Hetta er bert ein avleiðing av tí førda fíggjarpolitikkinum. Um vit ikki duga at seta pening til síðis í góðum tíðum, er avleiðingin tann sum er skitserað omanfyri.