Í morgin um eina viku er nýggja løgtingið stevnt til fundar.
Fyrsta málið á skránni er góðkenning av valbrøvunum. Fyri okkum er tað ein sjálvfylgja, at tingið góðkennir valbrøvini. Tað er ikki alla staðni, at henda mannagongdin er sum at seta knívin í bleytt smør. Hóast altjóða eygleiðarar fylgja við, so hoyra vit um valsvik, og eisini í londum, sum vit annars fegin vilja sammeta okkum við, kemur tað fyri, at góðkenningin av valúrslitinum endar í hægsta rætti.
Hjá okkum setur eingin spurnartekin við úrslitið, hóast tað hesa ferð í einum føri bara eru tvær atkvøður, sum skilja hana, ið er innanfyri við hana, sum er uttanfyri. Álitið á veljaran og tey, sum umsita skipanina, er treytaleyst, og tað er virðiligt.
Tá ið valbrøvini eru góðkend, verður fyrsta málið á skránni at velja løgtingsformann og næstformenn. Løgtingsformaðurin og næstformenninir sita alt valskeiðið uttan so er, at teir sjálvbodnir leggja frá sær, ella fýra fimtingar av øllum tingmonnum skrivliga krevja nýval av formansskapi.
Sambært álitinum, sum varð skrivað í sambandi við at nýggj stýrisskipanarlóg varð fyrireikað miðskeiðis í nítiárunum, er starvið sum løgtingsformaður tað við hægstu tignini í Føroyum. Finnbogi Ísakson, sáli, syrgdi í síni tíð sum løgtingsformaður fyri, at tignin eisini sæst aftur í lønini. Ásetingin sigur, at løgtingsformaðurin fær somu løn sum løgmaður.
Í stýrisskipanarálitinum varð lagt upp til, at formanssessurin skuldi verða hildin uttanfyri, tá ið samgonga varð skipað og landsstýrissessir og nevndarsessir í tinginum verða býttir. Soleiðis hevur tað ikki verið, og soleiðis verður tað ikki hesa ferð. Løgmaður ætlar, at samgongan skal vera skipað, áðrenn tingfundin um eina góða viku, og tí fer nýggja samgongan undan formansvalinum at hava avrátt, hvør skal verða tingformaður eftir Hergeir Nielsen, sum er givin í politikki.
Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum verður løgmaður, og tí er tað væl hugsandi, at tað verður hin stóri samgonguflokkurin, Fólkaflokkurin, sum fær tingformannin. Um tað verður so, so verða tveir kandidatar: Jógvan á Lakjuni og Bjarni Djurholm. Felags fyri teir báðar er, at teir hava verið 1. næstformenn í tinginum.
Tingskipanin sigur, at tað er ellisformaðurin – elsti maður ella kona á tingi eftir aldri – sum tekur sæti í formanssessinum sum fyribilsformaður og skipar fyri at valbrøvini verða kannað, og at formaður og næstformenn verða valdir. Tingmenn bera uppskot fram, og síðani verður atkvøtt. Tað er ikki loyvt at hava orðaskifti um val av formansskapinum.
Elsti persónur í nýggja tinginum er Poul Michelsen, sum er føddur 22. juli í 1944. Tað verður tískil formaðurin í Framsókn, sum fer at sita í formansstólinum, tá ið tingið kemur saman og inntil formansvalið er av.
Stór útskifting
Merkisvert var tað, at ein lítil helmingur av tingmanningini hesa ferð var nývaldur. Sekstan, sum hesa ferð eru vald á ting, vóru ikki vald 19. januar í 2008. Talan er tó ikki um so mong spildurnýggj andlit, tí fimm, sum eru vald hesa ferð, hava áður verið vald á ting: Bjarni Djurholm, Bárður Nielsen, Henrik Old, Kristina Háfoss og Páll á Reynatúgvu. Og seks vóru síðsta valskeið varafólk á tingi fyri tey, sum lótu tingsessin frá sær, tí tey fóru í landsstýri: Eyðgunn Samuelsen, Helgi Abrahamsen, Edva Jacobsen, Bjarni Djurholm, Aksel Johannesen og Páll á Reynatúgvu.
Spildurnýggj á tingi eru Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Hanus Samró, Kristin Michelsen, Rigmor Dam, Gunnvør Balle, Sirið Stenberg og Janus Rein.
Anfinn Kallsberg, Edmund Joensen, Magni Laksáfoss, Katrin Dahl Jakobsen, Jóannes Eidesgaard, Sjúrður Skaale, Tórbjørn Jacobsen og Hergeir Nielsen bjóðaðu seg ikki fram aftur.
Hans Pauli Strøm, Helena Dam á Neystabø, John Johannesen, Kári á Rógvi, Annita á Fríðriksmørk, Bergtóra Høgnadóttir Joensen og Heini O. Heinesen vórðu ikki afturvald.
At 16 av 33 eru nývald er størsta lutfalsliga útskiftingin síðani á valinum í 1970, tá ið fimtan av 26 vóru nývald. Minsta broytingin í tingmanningini var á valinum í 1962. Tá vóru bara tríggir av 29 tingmonnum nývaldir.
Løgmaður og luttøkan
Valúrslitið hesa ferð var merkisvert á so mangan hátt. Løgmaður var stóri sigursharrin í persónligum atkvøðum, og tað var merkisvert, at løgmansflokkurin stóð seg betri, enn flokkurin hjá løgmanni plagar at gera.
Undan valinum heitti Kaj Leo Holm Johannesen á veljararnar um at vera við til at seta met í luttøku. Metið í valluttøku er frá 2004, tá ið 92,3 % atkvøddu. Løgmaður setti nøsina eftir 93 prosentum, men tað eydnaðist ikki. Valluttøkan síðsta leygardag var 86,6 %.
Valskipanin og valið
Talvan vísir uppgerð yvir, hvussu valið hevði lagað seg, um gamla valskipanin hevði verið galdandi. Hetta er sjálvsagt ein hugsað og óverulig støða. Tað kann væl hugsast, at valið – og serliga býtið av persónligum atkvøðum – hevði verið øðrvísi, um landið aftur hevði verið skipað í sjey valdømi.
Valið leygardagin 29. oktober 2011 var onnur ferðin, at Føroyar vóru skipaðar í eitt valdømi. Broytingarnar millum flokkarnar høvdu ikki verið stórar, um gamla skipanin framvegis var galdandi. Til og við 2004 var landið skipað í sjey valdømi við 27 valdømisvaldum og upp til fimm eykavaldum tingmonnum. Hóast tað í nýggju stýrisskipanarlógini frá nítiárunum var ásett, at hámarkstalið var 33 tingmenn, so varð vallógin ongantíð broytt, og harvið var hámarkstalið 32.
Um tingmannatalið sambært gomlu skipanini hevði verið 33 (27 valdømisvaldir og 6 eykavaldir), so hevði eingin broyting verið í styrkini hjá flokkunum, um onnur ella hin valskipanin var galdandi.
Um hámarkstalið hevði verið 32, so hevði Javnaðarflokkurin mist ein mann og harvið fingið fimm valdar. Í talvuni verður roknað við, at tingmannatalið var óbroytt frá tí, sum tað var í gomlu skipanini – altso 32.
Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin taptu valið. Merkisvert er tað, at Tjóðveldi ongan fekk valdan í norðaru pørtunum av landinum. Bæði í Norðoyggjum og Eysturoy hevur flokkurin átt umboð síðani 1954, og undantøkini eru fá, tá ið Tjóðveldi ikki hevur átt umboð í Norðstreymoy.
Um gamla skipanin hevði verið galdandi, so hevði Tjóðveldi átt umboð bæði í Norðoyggjum og Eysturoy. Óluvá Klettskarð og Ingolf S. Olsen høvdu nú fyrireikað seg til tingfundin um eina góða viku, meðan Gunnvør Balle og Sirið Stensen ikki høvdu verið valdar.
Tað eigur at verða undirstrikað, at tað verður roknað við samantalda atkvøðutalinum hjá øllum valevnunum og ikki bara teimum, sum tey fingu í økjunum, har tey vórðu stillað upp.
Um gamla skipanin hevði verið galdandi, so hevði Eyðgunn Samuelsen, sum saman við Elsebeth M. Gunnleygsdóttir er fyrsta kvinna vald á ting úr Norðoyggjum, ikki verið vald. Í hennara stað hevði Hans Mourits Foldbo í Gøtu verið valdur sum umboð fyri Eysturoyar valdømi.
Um Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, hevði verið valdur, er rættuliga ivasamt. Tað hevði hann ikki verið, um hann bara var upp á val í Norðoyggjum. Tað var javnaðarfelagið í Norðoyggjum, sum stillaði formannin í Javnaðarflokkinum upp. Tí er hann í hesum døminum ikki valdur, hóast hann var tann á javnaðarlistanum, sum fekk flestar atkvøður í Suðurstreymoy.
Í Sambandsflokkinum hevði Jóna Mortensen verið nývald í Suðurstreymoy, meðan Edva Jacobsen hevði verið ov stutt til tingsess í Eysturoy.
Í Framsókn hevði Janus Rein í Suðurstreymoy ikki verið tingmaður. Í staðin hevði Hanna Jensen í Norðragøtu verið eykavald í Eysturoy.
Í Fóllaflokkinum hevði Hanus Samró ikki verið valdur í Suðurstreymoy. Í staðin hevði Pauli Petersen í Vestmanna verið valdømisvaldur í Norðstreymoy.
Hægri og lægri
Undan valinum varð víst á, at tað á valinum í 2008 vóru fimm, sum ikki vunnu upp um tinggáttina, hóast tey høvdu fleiri enn trý hundreað persónligar atkvøður, og at tað vóru trý, sum vórðu vald, hóast tey høvdu færri enn trý hundrað persónligar atkvøður.
Hesa ferð setti Karsten Hansen sjáldsamt met, sum tað ivaleyst verður torført at taka. Hann fekk 416 perónligar atkvøður, men kortini var hann ov stuttur at vinna inn á ting fyri Miðflokkin. Í 2008 var Páll á Reynatúgvu tann, sum fekk flestar atkvøður og kortini ikki varð valdur. Atkvøðutalið hjá Pálli á Reynatúgvu var tá 330.
Hesa ferð vórðu fýra vald á ting við færri enn trý hundrað persónligum atkvøðum. Trý teirra eru í Javnaðarflokkinum: Rigmor Dam 271, Henrik Old 265 og Eyðgunn Samuelsen 261 persónligar atkvøður. Tann fjórði, sum vann tingsess við færri enn trý hundrað persónligum atkvøðum, var Janus Rein úr Framsókn. Persónliga atkvøðutalið hjá honum var 250. Tað vóru bara hesi fýra, sum komu á ting við færri enn trý hundrað persónligum atkvøðum.
Nýtt ættarlið
Avbjóðingin hjá nýggja løgtinginum er stór. Tað er greitt, at betri javni skal fáast millum inntøkur og útreiðslur. Ivaleyst verður talan um bæði sparingar og fleiri inntøkur.
Hóttanin um búskaparligt skrædl treingir á, og tung tøk skulu takast fyri at sleppa undan hóttafalli. Føroyar fóru so rudduliga á húsagang í 1992. Løgtingsval var tvey ár seinni, og tá var talan um stóra broytingar – bæði lutfalsliga býtið millum flokkarnar og í innanhýsis býtinum av atkvøðum.
Í nývalda løgtinginum eru bara tveir, sum eisini vóru valdir í 1994. Tað eru Henrik Old úr Javnaðarflokkinum og so Poul Michelsen, formaður í Framsókn, sum leygardagin um eina viku fer at seta løgtingið og skipað fyri formansvalinum.
Øll hini 31 hava ikki sum fólkavald í løgtingið havt nakað politiskt við skrædlið í 1992, løgtingsvalið í 1994 og endurreisnina av samfelagnum at gera. Tað er eitt nýtt ættarlið, sum nú vil sleppa framat stýrisvølinum.