Gamla sagvirkið fór at framleiða bilar

Peugeot, verður framborið Pøsjo, er av elstu ídnaðarfyritøkum, stovnað av brøðrunum Jean-Pierre og Jean Frederic Peugeot, tá teir í 1810 stovnaðu eitt jarnstoypivirki

Magnus Gunnarsson


Í 1819 framleiða teir sagir úr góðum tilfari, og fyri at sláa fast, at her var talan um styrki, brúktu teir eina leyvu sum búmerki.

Peugeot fyritøkan mentist alla tíðina, bæði við framleiðsluorku og úrvali av framleiddum vørum. Í 1843 vóru tríggjar verksmiðjur, umframt ta gomlu sagverksmiðjuna, har teir framleiddu handamboð til timburarbeiði, amboð til landbúnaðin og kaffimyllur.

Næsta ættarlið kom til í 1876, og fyritøkan skifti navn til ?Les Fils de Peugeot Frères?.

Armand Peugeot tók í 1885 intiativ til súkkluframleiðslu, og sum so mong onnur um ta tíðina fekk hann stóran áhuga fyri sjálvkoyrandi akførum. Í 1891 bygdi Armand Peugeot sín fyrsta bil við Daimler motori.


Armand Peugeot stovnar egna fyritøku

Armand Peugeot tekur seg í 1897 úr familiufyritøkuni og stovnar sítt egna partafelag, Automobiles Peugeot. Árið eftir setur hann á stovn verksmiðjuna í Lille, har hann skjótt hevur eina blómandi fyritøku, við framleiðslu av smáum og løttum bilum.

Tá teir á tí gomlu familiufyritøkuni síggja at tað er gongd í sølu av bilum, fara teir aftur bilframleiðslu í 1906. Trupulleikin var, at bilarnir ikki kundu eita Peugeot, tí tað navnið høvdu bilarnir hjá Armand Peugeot. Í staðin fingu teirra bilar navnið Lion-Peugeot, við leyvuni sum búmerki.

Bæði Robert Peugeot á tí gomlu familiufyritøkuni, og Armand Peugeot funnu skjótt út av, at tað var betur at samarbeiða enn at kapp-ast. Í 1910 vóru báðar fyritøkurnar samanlagdar við navninum SA Automobiles at Cycles Peugeot.


Trísiffrað tøl við

null í miðjuni

Tá Peugeot 201 kom á marknaðin í 1929 innførdi fyritøkan eina nýggja navnamerking, ið teir fingu patent uppá. Tað var eitt trísiffrað tal við null í miðjuni, sum til dømis 201, 403, 505. Í 1935 kom Peugeot 402, ið breyt við alla siðvenju um, hvussu ein bilur skuldi síggja út tá á døgum, tað var ein stórur og sera streymlinjaður bilur.

Undir krígnum vórðu tær flestu av Peugeot verksmiðjunum hertiknar av týskarunum.

Tá kríggið var av, var stórsti parturin av fyritøkuni lagdur í oyði, men maskinurnar til Peugeot 202 kundu brúkast. Tað var Jean Pierre Peugeot, sum í 1945 stóð á odda fyri endurreisingini av fyritøkuni, og eydnaðist tað so væl, at longu í 1946 vórðu framleiddir 14000 bilar av Peugeot 202. Samstundis teknaðu teir ein nýggjan 203, ið var tann fyrsti nýggi Peugeot eftir kríggið.

Í 1952 vóru 1 millión Peugeot bilar framleiddir. Peugeot 403 kom í 1955 og í 1960 kom 404. Fyrsti Peugeot, ið trekti við framhjólunum kom í 1965.


PSA fyritøkan

Peugeot keypti eisini aðrar fyritøkur. Í 1964 byrjaði samstarv við Citroën, og í 1976 hevði Peugeot keypt 90% av partabrøvunum í Citroën fyritøkuni. Sama árið varð holdingfelagið PSA Peugeot-Citroen stovnað. Hetta felag yvirtók í 1978 Chrysler fyritøkurnar í Europa. Talbot varð lagt saman við Peugeot, og fyritøkan kallast nú PSA, við Peugeot og Citroën sum sjálvstøðugum bilsløgum. Peugeot framleiðir eisini súkklur og scootarar.