Gamla daman vaknað

Eftir muturgøluna, sum sendi Juventus í seriu B eitt kappingarár, er Gamla daman veruliga komin fyri seg.

Og við sigrinum í Madrid prógvaði Juventus, at felagið nú veruliga er til reiðar at bjóða restini av Europa av.

Aðrastaðni í kvøld skoraði Anders Due ein sanna frísparksperlu, tá AaB spældi 2-2 móti Villarreal, og á Celtic Park trýsti Manchester United leingi, áðrenn Giggs fekk javnað leiðsluna hjá Celtic.

 

Úrslitini í kvøld

Bólkur E

AaB-Villarreal 2-2

Celtic-Man Utd 1-1

Bólkur F

Fiorentina-Bayern Munchen 1-1

Lyon-Steaua Bukarest 2-0

Bólkur G

Arsenal-Fenerbache 0-0

Dynamo Kiev-Porto 1-2

Bólkur H

Real Madrid-Juventus 0-2

BATE Borisov-Zenti St Petersburg 0-2