Trøllanes: Umstøðurnar til jarnsmíð í dag kunnu ikki samanberast við tær, ið teir gomlu høvdu.
Nútíðar tøkni og hent arbeiðsamboð hava gjørt tað munandi lættari hjá hesum handverkarum at útinna yrkið sítt, bæði skjótt og væl.
Men nú ætlar Mikkjal Joensen sær undir eina verkætlan, nevnd Ecomonusée, har tað gamla handverkið skal aftur til heiður og æru - lið um lið við nýmótans handverk.
- Ja, hetta skal gerast tann fyrsta jarnsmiðjan sum arbeiðir við opnum eldi, eins og føroyingar gjørdu áður, vísir Mikkjal á.
Endamálið er at peppa tað gamla handverkið upp við essu og grúgvu, samstundis sum ein sær, at hetta kann geva pening av sær, - í dag, eins og áður.
Mikkjal hevur fingið ráðgeving og stuðul til verkætlanina frá Útoyggjafelagnum og aðrastaðni frá.
- Hetta ger eisini sítt til, at eg havi betri mót um at verkætlanin fer at bera seg.
Fjós og handverk
At Mikkjal nú hevur sett sær hetta stóra og forvitnisliga málið fyri, kemur ikki av ongum. Hann hevur í roynd og veru fingist við jarn alt sítt vaksna lív. - Eg havi faktist onga útbúgving sum so, men havi altíð havt áhuga fyri at skrúva sundur og saman, eins og so nógvir aðrir dreingir, greiðir hann frá.
Mikkjal er bóndasonur, og var hann tann sum annars skuldi taka yvir garðin frá pápanum. Teir bygdu í hesum sambandi eitt nútíðar fjós, sum stendur niðanfyri sethús hansara norðast í bygdini. Nógv er broytt síðani tá, tí í dag eru eingi neyt í fjósinum, men bert maskinur, tilfar og annað.
Í hesum sambandi komu evnir hansara sum jarnsmiður til sín rætt: Tá ein hevur við fjós og mjólkaframleiðslu at gera, er sjálvandi neyðugt at gera umvælingar við millumbilum.
Men tá ein býr so avsíðis í landinum sum Mikkjal ger, er ikki so einfalt ella ódýrt at fáa ein smið at koma allan vegin norður hagar at veita teimum eina einstaka tænastu.
- So vit gjørdu tað bara uppá tann mátan, at eg umvældi tað mesta sjálvur, greiðir hann frá. - Hetta førdi so aftur við sær, at eg mátti keypa amboð í hópatali. Og tey havi eg enn.
Til fyrimunar hjá honum var, at alt hetta frættist sum vera man, og so smátt byrjaðu fólk at koma til hansara við lutum, ið skuldu umvælast.
Ein dagin kom ein serligur gestur á gátt - Olga Biskopstø frá Útoyggjafelagnum. Við sær hevði hon eitt hugskot, ið hon helt vera júst tað rætta fyri hann.
Blóð á tonnina
Hugskot hennara var henda verkætlanin, nevnd Economusée, sum hevur til endamáls at Mikkjal skal kunna arbeiða við opnum eldi, eins og smiðir áður gjørdu, samstundis sum hann skal vísa nýmótans handverk.
Útoyggjafelagið hevur fyrireikað seg væl, og hevði útvegað sær eitt filmsbrot frá eini smiðju í Kanada, sum arbeiddi eftir eini líknandi verkætlan við jarnsmíði. Var hetta nakað fyri Mikkjal?, vildi Olga hava at vita.
- Eg dró eitt sindur uppá tað, tí at tað virkaði eitt sindur innviklað. Tað sum teir gjørdu har, virkaði at vera á sera høgum støði, - ja so høgt, at eg nærum misti pippið, greiðir Mikkjal brosandi frá.
Nakað seinni ringdi Olga so aftur til hansara, og bjóðaði honum á eina ferð til Kanada, har tey millum annað vitjaðu verksmiðjuna hjá hesum smiðinum. Her fekk Mikkjal eisini fekk møguleika at arbeiða saman við hesum gamla og roynda manni.
- Nú fekk eg av álvara blóð uppá tonnina, ikki minst tí at eg fekk nokk at gera í smiðjuni. Eg fekk eisini stuðul til at fara víðari í ætlanini um tað gamla jarnsmíði, greiðir hann frá.
Og nú er so líkt til, at fyrsti partur í hesi verkætlanini kann gerast veruleiki. Sum skilst er ætlanin at fara víðari og seta næstu verkætlanina á breddan, tá henda fyrsta er farin í gongd.
Gera egnar lutir
Í hesum døgum er Mikkjal í ferð við at innrætta ein part av fjósinum til tað sum einaferð skal gerast eitt verkstað, eina søluframsýning og eitt hugnaligt rúm, og sum síðani skal gerast fyrsta føroyska Economuée’ið.
Her kunnu fólk koma inn at eygleiða, hvussu Mikkjal arbeiðir við og smíðar størri og smærri lutir. Men ætlanin fer eisini at skapa heilt aðrar møguleikar.
Ætlanin er nevniliga, at bjóða teim vitjandi møguleikan at smíða okkurt til sín sjálvs til dømis ein nagla, meðan onnur kunnu keypa lidnar lutir, ið hann sjálvur hevur evnað til.
- Og gongst sum ætlað, verður tað latið upp í summar.
FAKTA
Economusée
Economuseum er småskalaproduksjon av varer i et verkstedsmiljø som fokuserer på bevaring og videreføring av handlingsbåren kunnskap og kulturhåndverk.
Economuseer skal skape lokale arbeidsplasser og fremme kulturhåndverkere og det immaterielle kulturminnevernet. På Economuseer skal verkstedseierne gi besøkende informasjon om håndverksteknikker og produksjonsprosesser. I tillegg til produkter for salg skal alle economuseer drive med formidling: ha utstilling med historiske produkter, ha eksempler på produkter fra dagens produksjon og ha tilgjengelig arkivmaterial.
Konseptet 'économusée' ble etablert i 1992 i Quebec, Canada og er registrert som varemerke av International Economuseum Network Society.
Economuseum i Nord-Europa:
Hordaland fylkeskommune, Kultur- og idrettsavdelinga, leder det nye EU-Interreg prosjektet Economusee in Northern Europe som er et samarbeidsprosjekt med Irland, Nord-Irland, Færøyane, Island og Canada. Prosjektet planlegger å utvikle 18 nye Economusee/visingssenter i Nord-Europa. I Norge planlegges det å etablere fem economuseum på Vestlandet, et i Aurland (Aurland skofabrikk) og fire i Hordaland.
(Kelda: Wikipedia)