Gamal málrevur skal hjálpa Chelsea

Hann hevur skorað 80 mál fyri Chelsea frá 1996 til 2003, men nú skal hann leggja Eden Hazard, Olivier Giroud, Alvaro Morata og hinum lag á í Chelsea. Gianfranco Zola er settur sum hjálparvenjari hjá London-felagnum.

 

Í tíð síni í felagnum vunnu Gianfranco Zola og Chelsea FA-cup tvær ferðir, League Cup einaferð, evropisku kappingina fyri steypavinnarar einaferð og UEFA Super Cup einaferð.

 

- Hetta er ótrúligt og eg eru fegin um at vera her, sigur Gianfranco Zola við enskar miðlar.

 

Tað er nýggi venjarin hjá Chelsea, Maurizio Sarri, sum tekur Gianfranco Zola við sær. Gianfranco Zola hevur seinast verið høvuðsvenjari hjá Birmingham City, men segði upp í apríl í fjør.

 

- Tað hevði verið stórt at fingið góð úrslit við Maurizio og fyri felagið, og fari at gera mítt bests, júst sum eg gjørdi, tá eg sjálvur spældi, sigur 52 ára gamli italiumaðurin.

 

- Eg gleði meg til hesa avbjóðingina. Mær hevði dámað sera væl at fáa eina góða byrjan og vit eru allir spentir upp á at byrja hetta nýggja ævintýrið, sigur hann.

 

Gianfranco Zola spældi 312 dystir fyri Chelsea og skoraði 80 mál. Hann hevur áður verið venjari hjá West Ham, Watford, Cagliari og Birmingham.