Ein gamal kenningur er komin á Havnina í morgun. Talan er um gamla ferðamannaskipið, Marco Polo, sum eftir hondini hevur verið her fleiri ferðir.
Marco Polo varð bygt í Týsklandi í 1965. Tað sigldi tá undir navninum Aleksandr Pushkin, inntil tað varð umdoypt til Marco Polo í 1991.
Ferðamannaskipið er 176 metrar langt og 24 metrar breitt. Tað tekur 820 ferðafólk og manningin telur 356 fólk.
Marco Polo loysir frá kai aftur klokkan 14:30 seinnapartin í dag.