Anfinn Kallsberg úr Fólkaflokkinum, vil ikki hava fyrrverandi floksfelagin, Poul Michelsen, við í nevndina, sum skal viðgera uppskotið um eina framtíðar stjórnarskipan fyri Føroyar. Tað er greitt, nú rættarnevndin hjá løgtinginum hevur viðgjørt málið.
Síðani Poul Michelsen segði seg úr Fólkaflokkinum nakað síðani, hevur hann biðið um at sleppa at varðveita sætið í nevndini, sum skal viðgera stjórnarskipanina.
Nú hevur rættarnevndin hjá løgtinginum viðgjørt málið.
Meirilutin í nevndini, sum eru Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Poul Michelsen sjálvur, halda, at øll sjónarmið eiga at vera umboðað nevndini, ið viðger Stjórnarskipanina og mælir tískil til Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
Men tað vil Fólkaflokkurin í Rættarnevndini ikki.
Anfinn Kallsberg, sum umboðar flokkin í Rættarnevndini, heldur, at eftir Tingskipanini er tað ógreitt, hvussu vit skulu velja og skipa serligar nevndir.
- Onki verður sagt um, hvussu nógvir limir skulu verða, og heldur ongar ásetingar eru um eykamenn. Heldur onki verður sagt um flokkar og uttanflokkatingmenn.
Anfinn Kallsberg heldur, at vit tískil eiga at halda fast við tann formin, sum hevur verið vanlig praksis higartil.
Av tí sama mælir hann frá, at uppskotið verður samtykt.
Men hann heldur eisini, at greiðar reglar eiga at verða gjørdar um hetta.