Í sambandi við landsinnsavningina hjá hjálparfelagsskapinum Beranum sunnudagin 5. mars 2023, fara tey í Ítróttarfelagnum Frælsi at skipa fyri ”gakk og renn” stuðulstiltaki. Hetta verður leygardagin 18. februar klokkan 13 í Sørvági.
– Vit byrja við einum uppleggi frá Beinir Bergsson um Beran. Hetta verður í kirkjuhúsinum í Sørvági.
– Teinarnir gingið og/ella runnið verður, er skipað í 3, 5 og 10 km. Runnið ella gingið verður frá kirkjuni í Sørvági og út eftir Bíggjarvegnum.
Allur peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til Beran.
Møguligt er hjá fyritøkum og einstaklingum at stuðla tiltakinum á staðnum við reiðum peningi ella at gjalda við korti.
Í sjónvarpsendingini sunnudagin 5. mars verður stuðulin, sum Frælsi hevur savnað, handaður.
Fyritøkur sum stuðla, verða nevndar í sendingini.
Aftaná tiltakið bjóða vit kaffi, te, vatn og frukt.
– Vónandi møta vit fjølment leygardagin 18. februar klokkan 13 uttanfyri kirkjuhúsið í Sørvági at stuðla Beranum, siga tey úr Ítróttarfelagnum Frælsi.
.