Um tvey-tíðina seinnapartin í dag kemur avloysarin hjá Skálabergi á Klaksvíkina. Norðlýsið skrivar, at Hanus Hansen, reiðari, sigur, at ringt veður hevur seinkað komuna hjá nýggja skipinum nakað. Men klokkan 14 ella so skuldi skipið stevnt inn á Klaksvíkina, sigur reiðarin við heimasíðuna hjá blaðnum.
Gadus varð bygdur í Noreg í 1986, og varð í 2006 umbygdur.
Skipið er 57,90 metrar langt og 14 metrar breitt, og tað er nakað væl minni enn Skálaberg. Maskinan er ein Wartsila Wichmann uppa 4.080 hestar.