Amerikanska fregnartænastan vil vera við, at libyski leiðarin Muammar Gaddafi, fyrireikar seg til at flýggja úr Libya saman við sínum næstu. Tað hava keldur í fregnartænastuni sagt amerikanska sjónvarpinum NBC.
Sambært keldunum er Gaddafi ikki saman við sínum viðhaldsfólki longur, men fyrireikar seg til at flýggja til grannalandið Tunesia um nakrar dagar. Annars hevur libyski leiðarin fleiri ferðir sagt, at hann fer ongantíð í útlegd. Fyri nøkrum døgum síðani varð sagt, at Gaddafi er sjúkur og skal hava læknahjálp uttanlands, helst í Suðurafrika.
Teir seinastu dagarnar hava uppreistrarmenninir tikið seg støðugt nærri høvuðsstaðnum Tripoli, og talsmenn teirra hava sagt, at nú er tann endaligi sigurin í nánd.










