»Gávurnar frá føroyingum eru okey«

Andrey Gulyaev er yvirstýrimaður umborð á russiska skipinum, Admiral Starikov. Honum dámar væl sjómanslívið, hóast tað er strævið.

Hví valdi tú at gerast sjómaður?<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


- Eg fór til sjós, tí eg hevði ikki nógv annað at velja ímillum. Tað einasta, eg annars kundi læra til, var at gerast lærari, men tað tímdi eg als ikki. Eg eri somuleiðis føddur í desember, og teleskopið segði, at mær dámar væl at ferðast. Tískil valdi eg at gerast sjómaður.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Er tað eitt gott starv í Russlandi at vera sjómaður?<o:p></o:p>


- At arbeiða í banka ella hjá einum oljufelagi er besta starvið, tú kanst fáa í Russlandi. Landið hjálpir ikki sjóvinnuni, hóast oljan er sera dýr í løtuni, og vit hava brúk fyri hjálp. Myndugleikarnir vilja ikki hjálpa okkum, tí teir síggja meira vinning í hinum vinnunum. Tað er harmiligt. Ein sjómaður verður ongantíð ríkur maður í Russlandi.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


- Konan hjá mær arbeiðir ikki, men vit fáa akkurát endarnar at røkka saman, tí eg arbeiði sum yvirstýrimaður og havi tískil eitt gott starv.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Hvat halda tit um klæðini, matin og annað, sum tit fáa frá føroyingum?<o:p></o:p>


- Tað er í lagi. Klæðini síggja gott út, og summi eru spildurnýggj. Manningin hevur brúk fyri gávulutunum, men eg tími ikki at taka mær nakað við heim. Konan hjá mær hevði ikki lagt nakað serligt í tað. Men um mær vantar onkra troyggja at arbeiða í, fari eg eisini at taka mær okkurt smávegis úr rúgvuni.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Hvat gert tú, tá tú ert til arbeiðis?<o:p></o:p>


- Eg gevi manningini góð ráð og stríðist saman við teimum fyri at fáa eitt so gott úrslit, sum til ber. Vit arbeiða tólv tímar í senn, hóast tað ofta tykist sum 24 tímar. Eg kenni ikki øll fólkini umborð serliga væl. Eg eri mest saman við teimum, sum stýra. <o:p></o:p>