Á Taks eru tey nú liðug at gera skattin fyri í fjør, upp og í hesum sambandi komu tey fram á 175 milliónir krónur, sum ikki vóru rætt uppgivnar til skattingar.
Talan er um ymisk sløg av eftirlitum, men í upphæddum var 2018 serliga merkt av rættingum í kapitalvinningsskatti, sigur Taks
Rættingar eru gjørdar í skattskyldigu inntøkuni hjá bæði persónum og fyritøkum, og nógvar mvg-hækkingar eru eisini gjørdar. Av øðrum eftirlitum er t.d. at nevna ferðastuðul, rentustuðul og toll.
175 milliónir er nakað meira, enn tað hevur verið seinastu árini. Verður talið umroknað til, hvussu nógv kom afturat í landskassan, svarar hetta til 62 milliónir krónur, sigur Taks.