Gøtumenn vinna hvørja ferð

Síðani besta deildin varð víðkað í 10 lið, hevur einki lið vunnið sjey teir fyrstu dystirnar á rað. Ikki fyrr enn nú í øllum førum


 

Hagtøl


Sjey dystir, sjeyy sigrar. Soleiðis er hetta kappingarárið byrjað hjá GÍ. Ellivu dystir eru framvegis eftir at spæla, og einki sum helst er avgjørt enn, men tað er longu okkurt, sum bendir á, at gøtumenn enda hetta árið á sjálvum tindinum.

Tað er nevnliga ikki hent seinastu mongu árini, at eitt felag hevur vunnið sjey teir fyrstu dystirnar á rað. Heldur ikki tá B36 í 1997 setti met við bert at missa seks stig gjøgnum árið (tvey tap móti HB). Formliga kom fyrsti ósigurin hjá B36 ikki fyrr enn í áttanda umfarinum, men flytingar av dystum, orsakað av Inter-Toto luttøku hjá B36, høvdu við sær, at dysturin móti HB var tann sjeyndi á árinum. Sostatt vann B36 ikki sjey men seks dystir á rað í byrjanini av árinum. Millum ósigrarnar fyri HB vann B36 annars níggju dystir á rað hetta kappingarárið.

Annars vísa royndirnar, at tað liðið, ið sum longst sleppur undan stigamissi, vanliga verður føroyameistari, tá avtornar.

Undantøk kunnu sjálvandi koma fyri. Ikki minst tá B36 í fjør hevði fult hús eftir 5. umfar, men síðani bert fingu 13 stig í 13 dystum, og harvið endaðu langt frá toppinum.