Gíslatøkan í Alabama liðug

Tað eydnaðist í gjárkvøldið amerikonsku samveldisløgregluni FBI at fría tann fimm ára gamla drongin, sum hevði verið gísli hjá einum vápnaðum manni síðani hósdagin í síðstu viku.

Aftaná kunngjørdi løgreglan, at drongurin hevði tað gott, og at gíslarænarin, tann 65 ára gamli Jimmy Lee Dykes, var deyður.

Dykes, sum hevði verið hermaður í Vietnam-krígnum, fór inn í ein skúlabuss seinasta hósdag, skjeyt bussføraran og tók tann fimm ára gamla Ethan við sær niður í eitt bumbuskýli, sum hann sjálvur hevði gjørt.