G lobal Battle of the Bands

Seinast vit høvdu nakað und­ir heitinum Global í Før­oy­um, endaði tað jú í eini kata­strofu, eini búskaparligari ruin, sum hevur havt síni spor heilt frá 8o-árunum og fram til nútíðina, har seinastu lagdirnar eru frítiknar fyri skuld (ein heilt fitt milli­óna upphædd forerað til summar, sum ætlaðu sær ein skatta­lætta ella ein bíligan løtuvinning ).
Politikkararnir tosa so nógv um globalisering , at ivamál er um teir yvirhøvur vita, hvat teir tosa um. Tað sær ikki soleiðis út, tí onki verður gjørt til tess at brynja okkum til hesa vælsignaðu globalisering,sum eis­ini hev­ur fingið misvísandi føroyska heitið Alheimsgerð, sum jú merkir Universalisering. Tað er nakað heilt størri enn globaliseringin.
Tað var tí onki at undrast yvir , at Jón Tyril og hansara G Music funnu uppá at flyta hetta tiltakið heim á klettarnar. Fyrst verið sagt  at tá ein kappast um tónleik, tá er tað tí, at ein keðir seg. Men tíverri er tað enn soleiðis her á landi, at tað er so at siga ómøguligt hjá ungu rokkarunum at koma út á pall at spæla. Tí noyðast teir at taka einhvønn kjans til tess at sleppa at trýna fram. Tað kann so vera ein umbering, hví ein kann góðtaka hetta konseptið, har bólkar fáa 8 minuttir at trýna fram fyri eini dómsnevnd, sum so met­ir um dygdir og førleikar og sjálvandi so eisini skal velja ein av 12 finalistum til í London at kappast við bólkar úr øðrum londum um eitt ivasamt heiti, sum kanska besta band í heiminum? At Jón so ger tann katastrofala feilin at hava ein dana sum yvirdómara, gongur langt yv­ir mítt vit. Øll vita at dan­ir eru millum teir mest fantasileysu og óoriginalu tónleikarar í heiminum. Hví so ein slíkan til yvirdómara. Hví ikki ein Amerikanara. Teir vita so í hvussu so er, hvat rokkur er.
Glymur dansur í netundirtroyggju
Mín karakterur til tiltakið fer bert uppeftir, tí at tón­leikastøðið var so mikið høgt. Eg hoyrdi ongan bólk, sum eftir mínum tykki var vánaligur. Bert einir 3 vóru, sum ikki fullu í mín smag. Og tað er rættuliga flott í mun til hvat tað plagar at vera. Ein bólkur, sum eg haldi ikki vísti nakra virð­­ing fyri áhoyr­ar­un­um ella hin­­um tón­leik­ar­un­um, var Týr. Milt sagt eitt piss upplivilsi. At stilla seg upp á pallin og spæla eina keðil­iga, men tó hampuliga vælsvingandi útgávu av ein­ari danskari fólkavísu, tað er simpulthen at pissa øllum teimum tónleikarunum, sum stillaðu seg upp við egnum originalum tilfari, upp eftir rygginum. Hatta átti ikki at verið loyvt. Men teir sluppu so at gera tað, og eg haldi tað var skomm, tí hóast alt so hava Týr tó onkran, sum heldur teir vera góðar . Tey fólkini eru farin skuffað heim­aftur aftaná at hava hoyrt hetta orkestrið, sum trýnur á pallin í netundirtroyggju. Ein anakronisma, sum bend­ir mín tanka til svágin hjá Hyasynth, Onslow. Munurin á Týr og Onslow er tó, at Onslow hevur bæði sjarrmu og persónligheit. Nakað, sum eftirhondini skortar alvor­liga hjá Týr.
Sera stuttligt var at síggja og hoyra eitt so gjøgnumført konsept sum Eager to please, ella hvussu tað nú stavast.Teir vóru ikki bara 100 men fleiri hundrað procent 70 attituda, nakað sum ikki er sætt síðan, áðrenn tey flestu, sum vóru í Mentanarhúsinum hetta kvøldið, vóru fødd. Ein fokk you attituda, sum minti meg á eina definitión uppá hvat summi einaferð hildu rokktónleik vera. Nevniliga Rokkur er nakað tú letur teg í um vikuskiftið, tá tú fært frí frá læruplássinum. Drekk nakrar øl og svína konufólk til (tó í yvirførdum týdningi). Hetta var ein bólkur, sum sannførandi hevði ein aftur­lítandi inngang til rokkin. Harafturímóti vóru The story ends akkurát tað mót­­satta. Teir hugdu, um nak­ar fram­eftir. eitt show sum ongin annar hevur. Eisini eitt sindur av hesum eg skíti á tað men vit gera tað allíkavæl. Sera undirhaldandi, fangandi og eitt fríkst íslett til tær annars nokkso keðiligt konservativu pallframførðslurnar.
Lama sea vóru funkandi góðir við eini framførðslu, sum vildi nakað og sum fekk fólk við. Synarchy spældu alt ov hart og guitarljóðið var ikki nóg væl definerað, so riffini hjá teimum, sum man hómaði í ganginum, komu ikki til sín rætt.
Tveir bólkar, sum ikki søgdu mær nakað sum helst, vóru The Dreams og Frostbit. Keddur av at siga tað, men tað sýntist sum hvørgin av hes­um bólkum týmdi at hava nakað uppá hjartað og tí vóru teir simpulthen reyvhamrandi keðiligir, tó var The Dreams tann betri av teimum. Men kanska hava teir so stórar dreymar um útheimin, at teir gloyma, hvør fostrar teir ?
So vóru tað tær tríggjar dam­urnar, sum høvdu alli­er­að seg við summum av teimum, sum okkum dám­ar at kalla okkara bestu tón­leikarar: Tað var synd í hes­um bólki. Tí har hendi ikki ein skid. Væl sungu tær, tað er vist, men eg skilti ikki, hvat tær ætlaðu við hasum milimeturharmoniunum. Eitt ameri­kanskt fyribrygdi, sum ikki riggaði á pallinum hetta kvøldið. Og at betru tónleikarar landsins ikki klára at fáa meira luft undir sollarnar,tað er bara synd.
Frá mánadansi til fínar popptónar
Eg var so heppin at hoyra Brand Enni fríggjakvøldið. Hansara nýggi bólkur Any­­time, var mannaður av heilt ungum, evna­rík­um tón­­­­leik­­ar­um, sum flest­­ir eru úr­slit av okk­ara eitt sind­ur út­for­hungr­aðu men annars útmerkaðu Musikkskúlaskipan. Dam­urnar, sum sungu kór, gjørdu tað, at tey fínu poppløgini lyftust upp á eitt gott støði og hava tey avgjørt eitt størt trúvirði og potentiali. Ein bólkur, sum eg vóni fer at gera meira um seg í framtíðini.
Leygarkvøldið hendi tað (Hjá Anytime), sum ikki mátti henda, nevniliga at ljóðtóknin ikki kundi fylgja við. Samanlagt kann sigast um ljóðið, at annleggið var tann reina skræpa. Tað er næst­an líkamikið, hvussu væl tú dugir at skrúva uppá knapparnar, um so er at ann­leggið ikki kann fylla rúmið. Ùrslitið er, at antin er alt ov spakuligt ella alt ov hart frá og ongantíð er tað tilpass, so tú hoyrir, um teir duga síni ting á pallinum. So Jón næstu ferð ryst upp við nøkr­um krónum og syrg fyri, at ordiligt ljóð er í húsinum. Tað er annars nokkso flott, at tónleikararnir skulu liva upp til eina rúgvu av krøvum og so kunnu fyriskiparnir ikki syrgja fyri tí mest basala, nevniliga ljóðinum.Tað er ein stór skomm.
Marius
Var eitt, sum tey á ný­før­oysk­um kalla eitt yvirraskilsi. Eg gjørdist sera bilsin, tí seinast eg hoyrdi bólkin, var tað reint út sagt keðiligt, eitt mainstreamprodukt við ongari meining og einum arro­gantum skugga, sum sikk­­urt bara var til at skava útyvir ein vissan ótryggleika. Men leygarkvøldið tóku teir meg so mikið á bóli, at eg satsaði teir sum ein absu­luttan vinnarafavorit. Teir høvdu góð løg og eitt yvirskot, sum kom út um pallin. Marius sang væl, Heð­in spældi væl o.s.v. o.s.v, men tað sum mær var líka við at dáma allarbest, var físandi Gøtuorglið(gott nokk úr Leir­vík) hjá Knúti. Fínasta slag at teir vunnu. Men..... danski yvirdómarin hevur sikkurt havt okkurt orðið har. Tí Marius var kanska tað mest mainstreamað sum var, men eg haldi absulutt ikki tað mest originala. Teir spældu fínt, men alt er hoyrt fyrr, uppá onkran annan máta.
Døming
So eitt skot til dømingina. Tað er synd, at dómararnir ikki døma eftir originaliteti. Teir døma eftir hesum merki­lga MTV ella hvat tað er fyri formi. Tað ger, at øll skræpan er grøn. Alt ljóðar líka, og ongin hevur nakað uppá hjarta.
Og so leingi ein Dani situr í føraradómarasessinum, so er ongin vón um, at tann so absulutt nógv besti bólkurin á konsertini (kappingini) leyg­arkvøldið, bólkurin, sum slerdi allar rekordir og sum, sjálvt um hann spældi sera hart, ljóðaði so nógv feitast og hevði so nógv tað mesta powerið,v ar uttan iva SIC, ein tornadu av eini aðrari verð. Eitt útrykk, sum ein danskur dómari má ræð­ast sum pestina, tí í kapping við Mikkjal má ein og hvør smáamatørur dvína. So sjálvt um Marius kom uppfrá, so kom hann ongantíð uppí ta hæddina, sum SIC høvdu frá fyrsta slagi. Eitt totalt rokk­show, sum sendi Týr (sum spældu beint aftaná) í skammikrókin við teirra lítlu onkisigandi donsku krønikku.
Kanska vunnu SIC ikki dreingjadeildina í Fuglafirði. Men tað ger onki, tí teir eru superligain, og vit skulu vera glað fyri, at teir yvirhøvur tíma at tveita orkusopannina í høvdið á okkum. Tí um skamma stund so vera teir at hoyra í útlandinum. Tá mugu sjálvt danir boyggja seg í støvinum fyri tí almikla King of Fokking Darkness, størstu rokkrøddini nakr­an­tíð, her á hesum for­popp­aðu klettum.
So SIC vóru avgjørt teir moralsku vinnararnir hetta kvøldið.
ART aðalstuðul hjá tónleikinum
Tað var nokk so hugstoytt at hoyra Elina siga navnið á øllum Stuðlunum. Men at gloyma tann so avgjørt størsta stuðulin til snøgt sagt næstan øll tónleikatiltøk her á landi, ART(Áhugafelag RokkTónleikarana), var eitt sindur skuffandi.
Hví tað kann einhvør so spyrja. Sera einfalt er svarið. 6 av luttakandi bólkunum komu úr ART. 5 av teimum 12 finalistunum komu úr ART í Havn. Ikki kann sig­ast annað enn, at ART Er høvuðsleverandørur og stuðul til eitthvørt tónleika­ti­l­tak.
Sum dagligur leiðari av ART, eri eg sera feign um hetta , men eisini eitt sindur beiskur, tí tað kann væl vera, at onkur annar stuðul hevur stóran týdning. Men um vit ikki leveraðu tónleikin var ongin kapping.
Ì hesum sambandi vil eg vísa á tær sera góðu sømdir ART hevur og fær frá Tórs­havnar Kommunu, ein komm­una, sum hevur funnið út av, at tað er alneyðugt at vera opin fyri framtíðini og villig til at vera við til at stimbra og stuðla ein aktivan ungdómsmentanarpoltikk. Nú sæst í verki, at tað loys­­ir seg at hava ein posi­tiv­an hugburð mótvegis ung­­dóms­mentanini. Og vil eg tí heita á myndugleikar, kommunur og onnur um at hyggja eftir, hvat vit hava gjørt í Havn. Lær av okkara royndum og feilum okkara.
Samanlagt um ti­ltakið Global Batle of the Bands
Eitt gott við hesum kon­sept­in­um er, at bólkarnir bert skuldu spæla í umleið 8 minuttir. Hetta gjørdi, at ongin bólkur náddi at gerast alt ov keðiligur.
Annað er at eitt slíkt til­tak fær teir mongu ungu tón­leikarnar at taka seg saman, venja nøkur løg so mikið væl, at tað virkar sum um bólkurin faktisk er betri, enn vit sum regul vita, at teir eru. Men tað ger ikki so ræðuliga nógv, tí tað var feitt at vera til konsert, har man næstan ikki náddi at keða seg. At ljóðgóðskan so var hareftir, ja tað er bara keðiligt. Tað ber ikki til, at fyrireikarar krevja ein proffesionellan hugburð frá bólkunum og so sjálvir vera so av lagi ama­tør­agtigir, tá tað snýr seg um ljóðgóðskuna. Tað átti ikki at verið neyðugt at sagt tykkum, at ljóðið fakt­iskt er ein nokkso stórur part­ur av einum estetiskum tónlistaligum upplivilsi.
So Jón góði. Takk fyri eitt sum so útmerkað tiltak. Takk fyri at tú tímir at standa á odda fyri tiltøkum, har tónleikararnir sleppa at royna seg. Eg eri kanska ikki so samdur við akkurát hesi uppskriftini. Men eri altíð við uppá tað, tá vit skulu skapa betri umstøður fyri tónleikinum og tónleik­arunum her á landi.
So til allar Føroy­ing­­ar. Bara tí at popp­main­stream­maskinan Marius vann Glo­bala trippið, so er onki tapt. Blív við. Keep on rock­ing&
Annars tillukku Marius, all the best!