Góð byrjan tryggjaði sigurin

Neistin fekk eina flúgvandi byrjan upp á kappingarárið, tá teir vunnu á vestmenningum í fyrsta dystinum. Sigurin bleiv grundlagdur fyrstu sjey minuttirnar, tá Neistin førdi 7-0

Leygardagin skuldi nýggi venjarin hjá Neistanum, vestmenningurin Ingi Olsen, fyrstu ferð standa á odda fyri liði sínum í landskappingini. Og mótstøðuliðið í fyrsta dystinum var einki minni enn gamla felagið hjá Inga, VÍF, og tí var sjálvsagt lagt upp til ein spennandi dyst í høllini á Hálsi.


Fantastisk byrjan grundlegði sigurin

Ikki kann sigast annað enn, at nýggi venjarin hjá Neistanum fekk eina dreymabyrjan í fyrsta dystinum. Eftir bert sjey minuttum hevði Neistin við sera góðum og skjótum spælið lagt seg á odda heili 7-0, og tí sá tað longu nú ógvuliga tungt út hjá gestunum úr VÍF.

Men VÍF hevur altíð verið kent fyri at hava ein góðan vilja, og hesin kom teimum eisini til góðar eftir trilvandi byrjanina. Spakuliga ótu teir seg inn á Neistan, og um miðjan fyrra hálvleik vísti talvan í høllini 9-5, so eftir bert átta minuttum hevði VÍF minka munandi leiðsluna hjá Neistanum, so nú var alt aftur púra opið.

Og VÍF helt fram við góða spælinum. Eitt skifti undan steðginum var munurin heilt niðri á einum máli, men tá Neistin so fekk síðsta málið í fyrra hálvleiki vóru tvey mál á muni, tá liðini komu út til seinna hálvleik.


Neistin dró frá

Tað gingu bert tveir minuttir av seinna hálvleiki, so hevði VÍF javnað, og nú var lagt upp til ein sera spennandi seinna hálvleik, men soleiðis bleiv ikki.

Eftir útjavnandi málið hjá vestmenningum tók Neistin yvir aftur, og støðugt øktu teir nú um leiðsluna. Sjálvt um byrjanin upp á seinna hálvleik ikki var eins vánalig hjá VÍF sum byrjanin upp á fyrra hálvleik, so var tað tó nú, at dysturin bleiv avgjørdur. Eftir einum knøppum korteri var Neistin aftur framman fyri við seks málum, og nú var spenningurin so at siga farin úr dystinum – helst tí at VÍF hevði brúkt so nógva orku eftir keðiligu byrjanini.

VÍf royndi tó at kempa seg inn aftur í dystin síðstu 10 minuttirnar, men ov seint var. Endin var, at Neistin vann dystin 28-24, og eftir dystin kann bert staðfestast, at byrjanin upp á báðar hálvleikirnar gjørdist avgerandi. Her var Neistin nógv betri enn VÍF, og tí bleiv ov tungt hjá vestmenningum at koma aftur móti endanum.