Eftir nýggjárinum í Klaksvík at døma, er eingin neyð fyri framman. Tað vóru eins nógvar rakettir og fýrverk at síggja gamlaárskvøld í Klaksvík og undanfarin ár (Mynd: Dávur Winther) - Vestursíðan heilsaði eystursíðini eins og býurin allur gjørdi við bjørtum og føgrum rakettum í hópatali, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar Kommunu.
Ja - sigur hann - tað tyktist rættiliga, sum um klakavíkingar heilsaðu árinum hjartaliga vælkomnum - og »vit skulu nokk standa saman um at vinna á teimum fíggjarligu nosunum, sum møguliga standa fyri durum - eins og vit hava gjørt tað áður«.
2009 varð heilsað vælkomið við bjørtum vónum og góðum samanhaldi, so sum fýrverkið boðaði frá.