Beate L. Samuelsen
Býráðslimur í Havn
??????
Tað má sigast at vera ógvuliga ørkymlandi fyri eina kommunu, at býráðslimir á opnum býráðsfundi fáa at vita, at teir ikki kunnu fáa svar uppá settar spurningar har, men mugu bíða eftir tíðindaskrivi, sum sendast skal út til alemnningin dagin eftir.
Har kunnu vit so lesa svarini.
Tað var tað, sum hendi á býráðsfundinum í Havn 26. mai 2005.
Borgarstjórin Heðin Mortensen kundi ella vildi ikki svara undirritaðu uppá, hvør hevði sett arbeiðini í gongd við Høgu- og Lágukai og matstovuinnrættingini í gamla posthúskjallaranum, nær arbeiðini vóru byrjað, hví arbeiðini ikki vóru boðin út, og hví málini fyrst komu til viðgerðar í nevndunum eftir, at farið var í gongd og uttan at peningurin fyrst var játtaður.
Heldur ikki spurningurin um, hvør fingið hevði arbeiðini, var svaraður á fundinum. Hetta seinasta mátti annars verið tann lættasta sakin av verðini at svarað.
Undirritaða fekk at vita, at alt hetta fór at standa í tíðindaskrivinum, sum sent fór at verða út dagin eftir, og annars var at síggja í innlitinum í teim skjølum, sum ein annar býráðslimur skuldi fáa - eisini dagin eftir býráðsfundin.
Viðv. Havnanevndini og hennara parti av peningajáttanini uppá kr. 800.000, var tó eitt erligt svar givið av samgongliminum Leivur Hansen, Havnanevndarformanni, á hesum sama býráðsfundi, at hann um telefon hevði sett seg í samband við nevndarlimirnar. Tað var hóast alt eitt svar, um ikki nøktandi mannagond fyri mítt viðkomandi, men tó eitt svar frá einum erligum manni, sum vildi standa við tað, sum farið var fram.
Tað kann man ikki siga um borgarstjóran, sum ikki vildi svara spurningunum á býráðsfundinum, men heldur vildi senda fjølmiðlunum teir fyrst.
So hvør flytir býráðsarbeiðið út í fjølmiðlarnar fyrst av okkum báðum, er sólarklárt.
Tað ger Heðin Mortensen. Hann er klárt nr. 1, tá tað kemur til fjølmiðlar.