Føroyska U20-landsliðið í flogbólti bleiv um vikuskiftið nummar tvey í EM fyri smátjóðir, har tað í seinasta dystinum eydnaðist at vinna ein ótrúligan 3-2-comebacksigur ímóti Luksemburg, ið annars vann kappingina.
Ein av mest eyðsýndu leikarunum á føroyska liðnum var hoyvíkingurin hjá Mjølnir, tann einans 17 ára gamli Dávið Hentze. Hann heldur, at tað góða samanhaldið hevur borið tað føroyska liðið langt.
- Styrkin við U20-landsliðnum er heilt klárt samanhaldið, sum vit allir hava. Vit spæla altíð ímóti hvørjum øðrum í tí føroysku kappingini, men allir leikararnir, sum eru við, hava eitt so gott forhold til hvønn annan og trívast væl saman. Tað hjálpir okkum heilt klárt, sigur hann.
Dávið Hentze er í “fimm skjótir” í Sosialinum í dag, har hann greiðir nærri frá upplivingini at spæla EM-kapping á heimavølli.