G!Festivalur
Mánadagin 4. desember koma atgongumerkini til G! 2007 á marknaðin og samstundis fer G! at avdúka fyrsta navnið á skránni fyri 2007. Hetta er væl fyrri, enn vanligt hevur verið. Seinastu 3 árini eru atgongumerkini sett til sølu 1. mai og fyrstu nøvnini eru kunngjørd við sama høvi. Við hesum tekur G! tráin upp eftir útlendskum festivalum, ið seinastu árini eru vorðin eitt veruligt hitt undir jólatrænum.
Atgongumerkini, sum nú koma á marknaðin mánadagin, eru ein serútgáva í avmarkaðum upplagi.
Fyritøkan nörd hevur sniðgivið og framleitt serliga atgongumerki, sum einans verður framleitt í 500 eintøkum. Umframt at kunngera fyrsta bólkin og nýtt serútgávu-atgongumerki verður eisini ein plakat framleidd, sum tey, ið keypa serútgávuna kunnu fáa ókeypis, og onnur kunnu keypa fyri 70 kr.
Serútgávu-atgongumerkið er gjørt úr dygdargóðum fotopappíri og verður latið í eini kápu, sum er flogin heim úr USA til júst hetta endamálið. Áatgongumerkinum er ein mynd av fyrsta navninum, sum G! avdúkar mánadagin.
Nærri verður at frætta um sølustøð, prís og annað seinni í vikuni.