Fyrstu vánaligu umførini hevna seg nú

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Jón Krosslá Poulsen staðfestir, at einki er liðugt, fyrrenn alt er liðugt

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við framherjan hjá FC Suðuroy, Jón Krosslá Poulsen, aftaná 1-3 tapið hjá FC Suðuroy ímóti Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu fyrr í dag.

 

Jón er sera harmur um, at teir ikki kundu leggja eitt betur avrik fyri dagin, nú tað var so tvingandi neyðugt at hála inn á AB. Tó er einki liðugt, fyrrenn alt er liðugt, og FC Suðuroy spælir fyri sínum seinasta møguleika, tá teir taka ímóti ÍF komandi sunnudag, og enda ímóti HB i Gundadali leygardagin 3. oktober. 

 

Jón ásannar, at øll stórtapini fimm tey fyrstu umførini nú síggjast aftur, sum ein dýrur faktorur í roknistykkinum. Um FC Suðuroy hevði fingið nøkur stig tey umførini hevði sæð vónríkari út nú.