Fyrstu BMW-1 seldir

Fríggjadagin 28. januar 2005 varð nakað gjørt burturúr hjá bilasøluni Nordcar við Velbastaðvegin, tá teir fyrstu BMW-1 vórðu seldir til ávikavist frisørsalongina "hjá Ásu" og til Sigmund Poulsen advokat í Havn

Tað er nakað síðan fyrsti BMW-1 komin til landið, men av tí at stórur eftirspurningur hevur verið eftir bilinum, hevur tað fyrst nú eydnast at fáa fleiri bilar og at byrja søluna.

Seinasta fríggjadag vórðu teir fyrstu BMW-1 seldir til ávikavist frisørsalongina "hjá Ásu" og til Sigmund Poulsen advokat í Havn.

Stjórin hjá Nordcar, Jens Petur Jensen, handaði teimum blómur og ynskti teimum góða eydnu við bilunum.

Bæði Ása Perdomu, hárfríðkanarkvinna, og Sigmund Poulsen, advokatur, hava áður koyrt við BMW og hava góðar royndir við teimum.

Frisørsalongin hjá Ásu fekk ein svartan, og Sigmund Poulsen ein silvurgraán BMW-1.





.