Fyrstu aliringarnir í Vági farnir á sjógv

Seinastu vikurnar hevur nakað av virksemi verið á Oyrunum í Vági. Tað er Bakkafrost, sum hevur gjørt nakrar stórar aliringar á økinum uttanfyri Marghøllina.

 

Eingin ivi er um, at talan er um stórar aliringar, 200 metrar í ummát og 63 metrar í tvørmát. Teir eru tó ikki størst í Føroyum, sum stóð í greinini fyrr í dag.

 

Miðlahúsið hevur fingið upplýst, at størri aliringar vórðu gjørdir í Vestmanna fyrr í ár. Annar teirra liggur í dag á Velbastað og hin í Víkum. Hesir eru báðir størst og hava tyngsta søkkringin.

 

Mánadagin bleiv so fyrstu ringurin í Vági settur á sjógv. Ætlanin er, at fyrstu ringarnir skulu leggjast á Hovsfjørð. Fyrr í ár setti Bakkafrost smolt út í Hovsfjørð.

 

Á heimasíðuni hjá Suðuroyarportalinum er eitt videobrot frá løtuni, tá ringurin bleiv settur á sjógv. Tað sæst her.