Fyrsti starvsdagur hjá nýggja umboðsmanninum

Hjá Sólju í Ólavsstovu gjørdist fyrsti arbeiðsdagur í nýggja árinum eisini hennara fyrsti dagur í starvinum sum Løgtingsins Umboðsmaður


Nýggi løgtingsins umboðsmaður fekk okkurt á tríva í longu frá fyrstu løtu í nýggja starvinum. Longu frá morgunstundini lógu fleiri mál á skrivaraborðinum hjá Sólju í Ólavstovu klár at fara í holt við.
- Mín undanmaður hevur avgreitt allarflestu málini, aðrenn eg byrjaði. Okkurt er tó eftir, so tað er fínt hjá mær at koma í gongd við beinanvegin, sigur Sólja.
Fjølbroytt avbjóðing
Nýggja starvið er ikki bara ein stór avbjóðing í sær sjálvum. Løgfrøðiliga kann Sólja eisini vænta sær eitt sera fjølbroytt starvsøki.
- Kærurnar til løgtingsins umboðsmann kunnu viðvíkja liðum í allari fyrisitingini. So eg kann í prinsippinum koma at arbeiða við øllum frá skattamálum til byggimál og alt inn í millum, sigur Sólja.
Sum løgtingsins umboðsmaður kemur Sólja tó ikki bert at sita og bíða eftir, at borgarar kæra um eitthvørt. Ein líka týdningarmikil partur av starvinum er, at umboðsmaðurin sjálvur tekur mál upp, har t.d. mannagongdir tykjast ivasamar. Í báðum førum virkar umboðsmaðurin sum ein trygd hjá vanliga borgaranum fyri at viðurskifti verða kannaði til botns av fakfólki.
Hóast uppgávurnar hjá umboðsmanninum í høvuðsheitum eru at fáa greiðu á, um eitt mál var rætt ella skeivt avgreitt, er starvið ikki bert afturlítandi.
- Endamálið við at kanna kærurnar er jú millum annað fyri at syrgja fyri, at tað sama ikki endurtekur seg, um ikki alt ikki er farið rætt fram. So í so máta er hetta starvið við til at stinga út í kortið mannagondir í miðfyrisitingini framyvir, sigur Sólja.
Umboðskvinna
Hóast onkur ivaleyst vil halda, at heitið umboðsmaður ikki er serliga hóskandi at brúka, nú tað er ein kvinna, sum situr í starvinum, dugir Sólja ikki at síggja nakra orsøk at broyta tað.
- Hetta er jú eitt starvsheiti, sum ikki er tengt at einum ávísum kyni. Í veruleikanum sipar Løgtingsins umboðsmaður til ein stovn heldur enn ein persón. Tað eitur faktiskt eisini ombudsman á enskum, so nei, hatta er ikki nakað, eg haldi vit skulu broyta, sigur Sólja, sum heldur tað vera hugsandi, at fólk kanska fara at tosa um løgtingsumboðið ella líkandi á sama hátt, sum vit vanliga tosa um ríkisumboðið og ikki ríkisumboðsmannin.