Tá teir sunnudagin undan hvítusunnu hildu bygdarstevnu á Strondum, vann Vestmenningur kappróðurin millum 10?mannaførini. Ta ferðina sást einki til Havnarbátin, sum vann á norðoyarstevnu. Onkur helt fyri, at havnarmenn høvdu goymt seg, so teir betri kundu kløkka hinar, men soleiðis siga teir ikki sjálvir:
? Í vikuni undan róðrinum á Strondum mistu vit ein mann. Eftir venjingina spældu vit fótbólt, og tá var tað so óheppið, at Jens Christian Dam breyt armin. Tí var neyðugt at finna ein nýggjan mann. Nýggi maðurin hevði róð við okkum í fjør, men tað kendist sjálvandi ikki optimalt, at vit bara høvdu vant saman í tíggju dagar, tá vit fóru á norðoyastevnu.
Tað er Magni Brøðraberg, sum vit hava í telefonini. Hann er bátsformaður á Havnarbátinum, sum fyri fyrstu ferð síðani 1992 vann kappróðurin á norðoyarstevnu:
? Tú kanst ætla, at tað lætnaði. Vit vóru einasti báturin úr høvuðsstaðnum, sum vann í Klaksvík.
Manningin á Havnarbátinum hevur nógvar royndir. Teir vunnu FM við Ørvi í fyrraárið. Ì fjør royndu teir seg við Havnarbátinum, og nú tykjast teir rættuliga at hava tak á tí. Manningin er ímillum 21 og 33 ár. Jógvan Jacobsen er stýrimaður, og so eru hinir frameftir: Jógvan Clementsen, Regin Thomsen, Magni Brøðraberg, Marius Joensen, Mayfinn Norðoy, Jógvan Lützen, Skarpheðinn Njálson, Ingi á Torgarði, Halgir Dahl Olsen og Óli Svein Hansen.
Tað kann ikki sigast annað, enn at hugurin at rógva og venja er góður. Eitt gott dømi um hetta er Ingi á Torgarði. Hann býr og arbeiðir í Fuglafirði, men fimm ferðir um vikuna koyrir hann til Havnar at venja!
Stór kapping
Umborð á Havnarbátinum høvdu teir vónað, at teir skuldu vinna, men teir vistu, at tað fór at vera tætt.
? Í sjálvum startinum var Eysturoyingur fremstur. Vit vóru javnir við Vestmenningin og lógu ein skut aftanfyri Eysturoyingin. Tá vit komu framvið Kósabrúnni gekk tað væl hjá okkum. Eina løtu vóru vit leysir av hinum og kanska gott og væl, men so hótti Vestmenningur okkum rættuliga. Tað gekk ein løta, eftir at vit vóru komnir á mál, áðrenn vit fingu at vita, at vit høvdu vunnið, so tú kanst ætla, at tað lætnaði, sigur Magni Brøðraberg.
Bátsformaðurin á Havnarbátinum roknar við stórari kapping í summar, og róðurin í Klaksvík gav ábendingar um hetta. Vestmenningar tykjast vera væl fyri, men teir vóru ov seinir at fáa bátin upp í ferð. Teir høvdu ein framúr sluttspurt, men teir megnaðu ikki at taka Havnarbátin.
Spurningurin er, hvussu tað verður við Eysturoyinginum. Vit hava skilt, at teir hava ikki vant so leingi sum hinir. Leygardagin sást, at teir ikki enn eru í somu venjing sum hinir, men tað fer at javna seg. Nólsoyingurin gjørdi ikki so nógv um seg hesa ferð, men teir eru altíð vandamiklir.