Fyrsti føroyingurin í finskum fótbólti

John Frederiksen verður fyrsti føroyingurin í finskum fótbólti

John Frederiksen, sum millum annað vann FM við HB í 2018, verður nú fyrsti føroyingurin í finskum fótbólti. Hann hevur gjørt sáttmála við Musan Salama í næstbestu deildini.

- Tað verður ótrúliga spennandi og ein stór uppliving, at koma til eitt heilt nýtt stað, har eg kanska skilji fimm orð, sigur John Frederiksen við TV2 Bornholm.

John Frederiksen er uppvaksin á Bornholm, har hann spældi sum yngri. Hann hevur spælt á fleiri av ungdómslandsliðunum hjá Føroyum, og kom til føroyskan fótbólt í 2017. Hann spældi fyrst eitt ár við 07 Vestur og var síðani partur av FM-liðnum hjá HB í 2018.