Fyrsta vindmyllan í landinum fór í knús í nátt

SEV ávarar fólk ímóti at fara at hyggja, tí lutir eru dotnir av mylluni og tí er tað vandamikið

Soleiðis sær tann eina vindmyllan í Nes-haganum á Toftum, út í morgun

Í nátt hevur tað verið rættiliga ringt veður summastaðni, og eitt, fólk hava lagt merki til, er, at sjáldan hevur toran gingið so har, sum í nátt. Og tá ið tað lýsti fyri degi í morgun, var tað ein undarlig sjón at síggja ta einu vindmylluna í Nes-haganum í Eysturoy, tí bløðini eru krúllað saman og myllan er farin í knús.

 

Heri Mortensen, deildarstjóri fyri elframleiðsluna hjá Sev, sigur, at tað var klokkan 04.50 í nátt, at myllurnar í Nes-haganum koplaðu úr.  Hetta er ein avleiðing av at vengurnar eru brotnaðar á tí eini mylluni, men um hetta er hent tí at toran er sligin niður í hana, ella um hon er farin í eini hvirlu, vita tey ikki. hevur ein hvirla tikin tað eina blaðið, kemur ójavnvág í, og tað kann hava oyðilagt hini bløðini eisini Men tað er eitt mál, sum verður kannað, tí tey vilja fegin vita orsøkina. Hinar myllurnar mala aftur, uttan onkur, sum stendur still tí hon er til eftirlit.

 

Hetta er tann fyrsta vindmyllan í landinum og hon varð sett upp í 1993. Sostatt hevur hon hildið í 28 ár, so hon hevur roynst væl, men hon skuldi takast niður um tvey-trý ár. Myllurnar eru tryggjaðar ímóti at toran slær niður, og verður vindurin ov nógvur, steðgar tær, so tey vita ikki, hvat er hent.

 

Men Heri Mortensen sigur, at hann sigur frá nógvum vindi til hósdagin, so tað er avmarkað hvat tey fáa gjørt til tá. Sum støðan er nú, er vandamikið at fara upp í mylluna tí tað er so nógvur vindur.

 

Men hann sigur, at lutir frá mylluni liggja í haganum, so tey fara at seta seg í sambandi við løgreglu og bjargingarlið at meta um vandan, og kanska at surra tað, sum kann fara í vindinum.

 

Men sum støðan er nú, er tað vandamikið at fara til mylluna, so hann mælir fólki staðiliga frá at fara at hyggja. Yvirhøvur mælir hann til, at avmarka ferðsluna fram við mylluni so nógv, sum yvirhøvur gjørligt.  Sum ættin er nú, er tað best ikki at brúka vegin runt Agnið, sigur Sev.

 

 

 

Soleiðis sær tann eina vindmyllan í Nes-haganum á Toftum, út í morgun