Landsdystur
Ein av teimum, sum í mun til landsdystirnar móti Grønlandi fyri knøppum ári síðani, hevur spælt seg inn á landsliðið, er H71 leikarin, Halgir Dahl-Olesen.
Gott kappingarár
Í heyst varð hann úttikin til bruttohópin, og nú hópurin til dystirnar móti Rumenia er úttikin, telist Halgir eisini millum leikararnar í hesum.
Tá vit eftir venjingina mikukvøldið ynskti Halgiri tillukku við úttøkuni, spurdu vit hann samstundis, hvat eftir hansara tykki hevði gjørt, at hann nú taldist millum landsliðsleikararnar.
- Tað er sjálvandi fyrst og fremst avrikini hjá mær higartil í ár. Sjálvur haldi eg, at tað hevur gingið sera væl, og í løtuni er eg eisini toppskjútti í landskappingini, og tað viðførir sjálvsagt, at eg eri vorðin meira sjónligur.
Venjing og venjing
Spurdur, hví hetta kappingarárið hevur eydnast somikið væl higartil, er Halgir ikki í iva, tá hann skal svara spurninginum.
- Tað er einki at ivast í, at tað er venjingarstøðan, sum hevur gjørt tað. Eg vant nógv, bæði við liðnum, og eisini fyri meg sjálvan. Síðani kappingarárið í fjør var av, havi eg í fyrsta lagi róð kapp, og síðani rann eg regluliga til hondbóltsvenjingin byrjaði aftur.
Spurdur, um tað í fjør var eitt vónbrot, ikki at verða úttikin til landsliðið, og um hetta kanska hevði gjørt sítt til øktu venjingina, svarar hann, at tað er tað.
- Tað er einki at ivast í. Eftir kappingina í fjør setti eg mær sum mál, at eg skuldi á landsliðið til hesar dystirnar, og at tað nú hevur eydnast, eri eg sera fegin um.
- Nú er so bara eftir hjá mær at liva upp til álitið, sum venjarin hevur givið mær.
Gloym virðingina
At enda spurdu vit so Halgir, hvussu hann fyrireikar seg til dystirnar, og hvat hann heldur hevur týdning, fyri at Føroyar kunnu fáa eitt gott úrslit.
- Eg fyrireiki meg sum so ikki á nakran serligan hátt. Royna bara alla tíðina at hugsa um uppgávuna, og kanska eisini droyma um hana, og so tá dysturin er, ræður bara um at sleppa øllum øðrum.
Júst hetta at sleppa øllum øðrum, heldur H71-leikarin eisini vera týdningarmikið, um eitt gott úrslit skal røkkast.
- Vit skulu bara gloyma alt um nervar og virðing fyri mótstøðuni. Gera vit ikki tað, so kann spælið gerast og stirvið hjá okkum. Vit skulu rætt og slætt út og vera so arrogantir, sum yvirhøvur gjørligt.