Síðsta summar búði og arbeiddi svenska listakvinnan Ann Lundén Jacoby í tríggjar vikur í Porkeri.
Tíðin í har gav henni íblástur til eina røð av málningum við myndevnum úr Porkeri og støðum har um leiðir, sum hon fer at sýna fram í samkomuhøllini í skúlanum í Porkeri í døgunum 3.- 4. juni.
Útpostar
Ann L. Jacoby dylur ikki yvir, at hon er sera spent uppá, hvussu føroyingar fara at taka ímóti og tulka hennara málningar. Við á hesi framsýningin hevur hon eisini 10 málningar, sum hon hevur málað í Lofoten, og sum hon heldur hóska væl saman við málningunum úr Føroyum. Sjálv kennir listakvinnan tað sum, at hesir báðir útpostarnir hóska væl til hennara temperament og listarligu tilgongd, tí lívstreytirnar tykjast meir kargar og naknar her enn aðrastaðni.
- Sjálvandi forklárar støddin á hesum báðum samfeløgunum nógv. Men uttan iva eru hesar øðrvísi lívstreytir ein avleiðing av, at íbúgvarnir eru so tætt knýttir at og bundnir av eini skiftandi náttúru, sum modernaða menniskja ikki hevur tamarhald á. Hinvegin hevur sama náttúra eisini ótrúliga vakrar og fjøltáttaðar upplivingar at bjóða. Í mínum eygum tykist lívið á oyggjunum at hava eina eyka dimensión av lívsmegi, tí sansaliga og felagsskapi, sigur Ann L. Jacoby og leggur afturat, at tað er, sum um lív og deyði koma nærri hvørjum øðrum í slíkum samfeløgum á ein gevandi hátt.
- Møguliga skapa slíkar umstøður eitt annað slag av menniskjum. Og kanska er tað tí, tað eru so nógv fólk ú Føroyum, sum eldhugað fáast við tónleik, myndlist og bókmentir, grunar listakvinnan.
Mentanardagar
Skipað verður fyri tveimum framsýningum á hesi vitjanini hjá Ann L. Jacoby í Føroyum. Tann fyrra verður í Porkeri nú í vikuskiftinum, og er hetta fyrstu ferð høvi er at síggja eina listaframsýning har í bygdini. Samstundis verður hetta eisini eitt slag av mentanarvikuskifti í bygdini, har ein av stigtkararnum, Erik Christensen, fer at vísa diasmyndir, hann sjálvur hevur tikið umframt at kirkjan og nýggja Bygdasavnið eisini eru opin. Tað er Fornminnisfelagið, sum seinnu árini hevur arbeitt við at umvæla gamla skúlan í bygdini, sum nú stendur sum eitt snotiligt Bygdasavn.
Vikuna eftir, í døgunum 9.-15. juni, verður framsýningin hjá Ann L. Jacoby at síggja í Smiðjuni í Lítluvík.