Úr B36 hava vit fingið sendandi niðanfyri standandi mynd, sum helst er tann fyrsta, ið er tikin av nøkrum B36-liði.
Sum so er talan helst ikki eitt lið hjá B36, men heldur av einum liði, harav nakrir eitt ár seinni ella so vóru við til at stovna nú 70 ára gamla felagið.
Myndin er komin til vega úr MB-húsinum, sum hevur móttikið hana úr Kollafirði. Komið varð fram á myndina, og finnarin roknaði við, at hon hoyrdi heima í MB. Bæði tí spælibúnin líkist tann hjá miðvingum, og tí myndin helst er tikin í Miðvági umleið 1935.
Í Miðvági kendust tey tó ikki við spælararnar á myndini, og síðani er komið eftir, at hon helst hoyrir heima í B36.
Spælibúnin, sum spælararnir á myndini eru í, er tann hjá Fram, sum var upprunaligi spírin til B36.
Nøkur av nøvnunum eru menn komnir fram til, og eru teir hesir:
Aftasta rað frá vinstru: Joen Andreas Hansen (Andrias í Sibbanum), Poli Nolsøe, nr. 3 er ókendur, Eivind Mouritsen, Hans Petur Petersen, vanliga nevndur »trykk« tí hann var prentari. Hann flutti seinni til Klaksvíkar.
Miðara rað frá vinstru: Emil Jacobsen (Emil hjá Gøtu-Jákup), Julian Hansen, Poul Hansen (Poul á Verkinum).
Fremsta rað frá vinstru: Tummas Juel Askham (Ullaba), Jóhs. »Lill« Michelsen ella Júst Sivertsen, Anton hjá Lutherusi (pápi Osvald Hansen)
Tað eru Heðin Samuelsen og Annfinn Danielsen, sum hava roynt at leitað fram til nøvnini á spælarunum. Veit nakar meira at siga um forkunnugu myndina, eru hesi vælkomin at seta seg í samband við teirra. Heðin Samuelsen er at hitta á tlf. 213712, og Annfinn Danielsen á tlf. 224124.