Mykines: Fyrr í ár fekk Sørvágs kommuna eina umsókn frá Regini Joensen um loyvi at fremja ætlan sína við frítíðaríbúðum í Mykinesi.
Ætlanin hjá Regini og teimum sum arbeiddu saman um ætlanina var, at byggja íalt 16 íbúðir til tey ferðandi.
Tey hava sett fram ynski um eitt hóskiligt stað ovarlaga í bygdini, á einum staði tey nevna Kongsmørkin. Metti kostnaðurin fyri verkætlanina er umleið 7 mió krónur.
Ætlanin er at hava fýra eins íbúðir í hvørjari lon og við øllum tí, sum hoyrir til eina slíka. Byrjast skal við teirri fyrstu lonini og síðani byggja hinar sohvørt.
Á fundi í bygdaráðnum í Sørvági, sum Mykines er partur av, í farna mánaði kom henda umsóknin til viðgerðar sum eitt av málunum.
Umsóknin um hesar frítíðaríbúðirnar vann ikki frama tá. Men óhugsandi er ikki, at úrslitið kann gerast eitt annað einaferð í framtíðini.
Í viðgerðini í kommununi varð nevniliga víst á, at tekniska nevnd mælti til at gera eina byggisamtykt til frítíðarhús í Mykinesi.
Hetta verður gjørt eftir einum vegleiðandi skrivi frá løgmálaráðnum í mars mánaði í ár, har nærri reglur vórðu settar hesum viðvíkjandi.
Bygdarráðið í Sørvági samtykti at fylgja tilmælinum frá teknisku nevnd og arbeiða víðari við málinum.