Fyrrverandi stórdysturin endaði málleysur

Premier League: Manchester United fekk bara javnleik móti Arsenal, meðan City stríkur avstað

Manchester City er nú greitt oddalið í Premier League, eftir at Pep Guardiola og hanara menn vunnu 1-0 á Sheffield United, meðan Manchester United spældi málleysan móti Arsenal.

Tað var ein tíð, har dystirnir millum Arsenal og Manchester United vóru teir størstu í Premier League, men hóast bæði liðini hava havt eina ávísa viðgongd í seinastuni, so er langt frá døgunum, tá Patrick Vieira og Roy Keane plagdu at vera í hornatøkum á miðvøllinum.

Dysturin á Emirates leikvøllinum endaði við málleysum javnleiki. Nærmastur at skora mundi vera Edinson Cavani. Áleyparin hjá Manchester United hevði tveir stórar málmøguleikar, men tað bleiv ikki til mál.

Fyri aðru ferð upp í slag var Sheffield United á vitjan í Manchester. Í farna umfari vann botnliðið á Manchester United, men hesa ferð gekk ikki eins væl. Tað endaði tó bara við einum teprum tapi móti Manchester City, ið vann 1-0. Gabriel Jesus skoraði málið tíðliga í dystinum.

Mest óvæntaða úrslitið kom á Goodison Park. Everton hevur fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið, men við 2-0 tapinum móti Newcastle í dag, er liðið dottið niður á sjeynda pláss á stigatalvuni.

Crystal Palace vann 1-0 á Wolverhampton. Evnaríki Eberechi Eze skoraði málið. Uppflytarabrakið millum West Bromwich og Fulham endaði við javnleiki 2-2. Ein dysturin er í kvøld millum Southampton og Aston Villa.

1Man City20135237:1344
2Man Utd21125437:2741
3Leicester20123536:2239
4Liverpool20107340:2337
5West Ham20105530:2435
6Tottenham1996434:2033
7Everton19103629:2433
8Arsenal2194826:2031
9Chelsea2086633:2330
10Aston Villa1892733:2129
11Southampton1985627:2429
12Leeds1982932:3526
13Crystal Palace2175925:3626
14Wolves21651021:3023
15Burnley1964913:2422
16Newcastle21641121:3422
17Brighton2039822:2918
18Fulham20281017:2914
19WBA21261317:5012
20Sheffield Utd21221712:348