Í gjár doyði fyrrverandi skotski landsliðsvenjarin, Craig Brown, 82 ára gamal. Hann var landsliðsvenjari frá 1993 til 2001. Í hesum tíðarskeiðnum spældi Skotland fýra ferðir móti Føroyum.
Fyrsti dysturin var á gamla Hampden Park í Glasgow í 1994. Her vann Skotland 5-1. Føroyska málið skoraði Jan Allan Müller. Á sumri 1995 vóru skotar á vitjan í Føroyum. Nógvu skotsku viðhaldsfólkini settu sín dám á dystardagin og skotar vunnu 2-0 á Svangaskarði.
Til EM-undankappingin í 2000 vóru Føroyar aftur í bólki saman við Skotlandi. Í oktober í 1998 spældu Føroyar í Aberdeen og taptu tepurt 2-1. John Petersen skoraði málið upp á brotsspark, eftir at Todi Jónsson bleiv feldur. Til hendan dystin hevði Norrøna gjørt túr til Aberdeen og lá við kaj til dystin. Í returdystinum á Svangaskarði endaði tað 1-1. Føroyar vóru aftanfyri líka til seinastu minuttirnar.
Craig Brown fekk Skotland til EM-endaspælið í 1996 og HM-endaspælið í 1998. Hann var seinasta venjari hjá Aberdeen frá 2010 til 2013. Hann verður mintur sum ein fittur og fryntligur maður, sum er væl lýddur í Skotlandi.