Fyrrverandi grikski varainnanríkisráðharrin Leonidas Tzanis hevur tikið lívið av sær, eftir at navn hansara var komið á ein lista við politikarum, sum eru undir illgruna fyri skattasvik.
Tann 57 ára gamli Tzanis, sum var varainnanríkisráðharri fyri 10 árum síðani, varð funnin deyður í heimi sínum í býnum Volos. Løgreglan sigur, at hann hevði hongt seg í kjallaranum.
Grikski fíggjarmálaráðharrin, Yannis Stournaras, segði í síðsta mánað, at kriminaldeildin hjá fíggjarmálaráðnum var farin undir at kanna 30 mál um politikarar, almenn embætisfólk og kommunal tænastufólk, sum vóru undir illgruuna fyri skattasvik.









