Fyritøka kortini sinnað at byggja SALT mentanarhúsið

Eingin bjóðaði seg til at byggja mentanar- og konserthúsið á Drelnesi, men nú vera kortini samráðingar við eina byggifyritøku, sum er sinnað at gera arbeiðið, skrivar Suðuroyarportalurin. Ólavur Rasmussen, stigtakari til SALT-verkætlanina, boðar frá, at byggifundur verður mánadagin fyrrapartin.

 

Tá freistin var av á øðrum sinni at koma við tilboðum upp á bygging av mentanarhúsinum, vísti tað seg, at eingin hevði bjóðað upp á stóru arbeiðini í SALT-verkætlanini.

 

Men fólkini handan verkætlanina ætla sær ikki at gevast kortini. Gjørt var av at royna annan leist.

 

- Í hesum sambandinum verður byggifundur mánadagin, har vit fara at samráðast við áhugaða byggifyritøku, upplýsti Ólavur Rasmussen fríggjadagin í SALT hølunum hjá Suðuroyar Sparikassa, tá mentanarnátt varð hildin á Tvøroyri.

 

Um samráðingarnar við byggifyritøkuna eydnast, so byrjar arbeiðið upp á mentanarhúsið sum ætlað í august, sigur Ólavur Rasmussen.

 

Spurdur um, hvussu er við rakstrinum av einum tílíkum mentanarhúsi, svarar Ólavur Rasmussen, at raksturin varð tryggjaður, tá peningurin varð játtaður til verkætlanina.