Fyritíðarpensjónistar kunnu søkja á Dugna

Á Dugna á Kambsdali er endurnýtsluhøll, verkstaður og handil, og her er pláss fyri nøkrum fyritíðarpensjónistum aftrat

- Vit taka ímóti møblum, leikum, súkklum og øðrum, sum fólk seta í eina av bingjunum, sum stovnurin hevur í Klaksvík og Nesvík.
Tað sigur Torgerð Hansen, dagligur leiðari á Dugna á Kambsdali.
Hon vísir á, at tað, sum fólk vilja av við, men sum er ov gott at koyra burtur, hevur áhuga hjá stovninum.
- Okkara arbeiðsfólk gera smáar ábøtur og reingera lutirnar, sum síðan verða seldir í handlinum. Haraftrat kunnu vit umvæla ymiskar lutir fyri privatfólk, fyritøkur og stovnar, eins og vit framleiða ymiskar lutir ella gera partar av framleiðslulutum fyri føroysk virkir.

Kunnu søkja
Dugni á Kambsdali hevur arbeiðs-og menningartilboð at bjóða arbeiðstarnaðum fólki.
- Hesi tilboð eru ætlað fyritíðarpensjónistum, sum hava ein ávísan arbeiðsførleika og hava evni og vilja til at koma út at arbeiða.
Torgerð Hansen sigur, at reglan er, at tað eru fyritíðarpensjónistar, sum eitt nú hava rørslutarn og/ ella lættari persónligar, sosialar ella sinnisligar trupulleikar, ið kunnu fáa arbeiðstilboð.

Hon vísir á, at 18 fólk í løtuni eru knýtt at hesi skipan hjá Dugna, men pláss er fyri nøkrum fólkum aftrat.
- Endamálið við skipanini er at hjálpa arbeiðstarnaðum fólki at fáa innihald í gerandisdagin og at fyribyrgja dapurskygni og einsemi. Strembað verður eftir at hava ein arbeiðsdag sum á vanliga arbeiðsmarknaðinum.
Torgerð Hansen sigur, at fólk, sum eftir hesi skipan arbeiða hjá Dugna, verða lærd upp til at taka sær av ymiskum uppgávum, eins og tey verða lærd at taka ábyrgd.