Eg eri náddur tann aldurin, sum nøkur nevna tað gráa gullið, onnur nevna tað umvælingaraldurin (reparatiónsaldurin), tá er tað, at fyribrigdi sum at gloyma koma fyri, ella tað kann bila við minninum.
Eg sat við hús og lýddi á endaorðaskiftið á fólkatingi. Millum annað var orðaskifti um, um dómarar skuldu bera religiøs frámerki so sum muslimar turriklæði, ella aðrir religiøsir bólkar síni frámerki.
Vildi tú sett títt innlegg í blaðið, sum tú hevði á donskum?
Um eg nú skuldi havt trupulleikar við minni mínum, so sjálvandi rættar tú meg: Eg minnist at tit tjóðveldisvalevni førdu fram, at tit einans fóru niður at luttaka í orðaskiftum um føroysk viðurskifti. Tit vildu ikki leggja tykkum út í danskan politikk, og tit vildu heldur ikki vera partur av nøkrum donskum flokki, minnist meg rætt.
Høgni, tað var ilt at fáa eyga á nakað serføroyskt í hesum orðaskiftinum og í hesum málinum.
Var hetta títt persónliga íkast til eitt orðaskifti um ein minniluta í danska ríkinum?
Var hetta tín persónligi stuðul til vinstravongin í donskum politikki?
Tosaði tú vegna okkum føroyingar á fólkatingi?
Ella var hetta tann nýggja leiðin hjá tjóðveldi í donskum politikki?
Hósvík 9. juni 2009









