Fyrisitingin veksur og byggivinnan tódnar

Mai mánaði í ár var júst líka góður - ella ringur um mann vil - sum mai mánaði í fjør, tá tað snýr seg um útgjaldingar av lønum. Tað var nett tað sama útgoldið í lønum í mai í ár samanborðið við í fjør, nevniliga 549 milliónir krónur.

Innan almenna fyrisiting og aðra tænastu var nakað meir útgoldið og innan privatu vinnurnar nakað minni útgoldið.

Samlaðu lønargjaldingarnar í ár eru áleið tær somu sum tær vóru í fjør.

Higartil í ár er 6,6 prosent meira útgoldið í fiskivinnuni og 2,3 prosent meira útgoldið í almennari fyrisiting og øðrum.

Tað er byggivinnan og privata tænastuvinnan sum draga niður. Í tænastuvinnuni er 2,8 prosent minni útgoldið í lønum higartil í ár og í byggivinnuni er minkingin smá 10 prosent, samanborið við í fjør.