Fyrisitingin skal vera í miðbýnum

Kommunala fyrisitingin skal húsast í bankabygninginum, sigur Annfinn Brekkstein

- Eg skal verða tann fyrsti at viðganga, at hetta málið er við at fara av sporinum, skrivar Annfinn Brekkstein, býráðslimur í Sambandsflokkinum.

Tað var í morgun, at Jan Christiansen, fyrrverandi býráðsformaður, spurdi umboðini fyri høgravendu flokkarnar í Tórshavnar býráð, hvørja støðu teir høvdu til, at býráðið nú ætlaði at flyta sítt umsitingarliga virksemi út í vinnuøkið á Vestaru bryggju.

Hetta hevur nú fingið Annfinn Brekkstein, býráðsumboð fyri Sambandsflokkin, at geva sína støðu til kennar.

- Fyri mítt viðkomandi eigur fyrisitingin at flyta inn í bankabygningin í Miðbýnum. Annar bygningurin í Húsagøtu stendur til at verða seldur til politimyndugleikarnar og hin bygningurin í Niels Finsensgøtu stendur tøkur til kommunalu fyrisitingina at flyta inn í. Eg kenni ikki til aðrar politiskar avtalur við hesum bygningum, skrivar hann millum annað í lesarabrævið í kvøld.

Hann sigur tó, at hann er kunnaður um, at áhugi er fyri at keypa bankabygningin.

- Er hendan ætlanin spennandi og gagnar Miðbýnum, so eri eg sjálvandi til reiðar at viðgera málið við atliti til broyttu fortreytirnar, sigur hann og viðgongur, at tá er ein møguleiki, at kommunala fyrisitingin flytir inn í Sjóvinnuhúsið.

- Vit klára nokk at finna eina loysn á hesum málinum, sum so mangt annað vit hava funnið semjur um, skrivar hann at enda.