Fyrireikingartíð til hvat??

Starvsfólk innan námsfrøðiliga økið í Norðoyggjum
-----

Nógv seta spurnartekin við hví fyrireikingartíð? Jú tí tað eru komnar alt fleiri uppgávur inn í arbeiðsdag okkara. At verða pedagogur ella hjálparfólk úti á stovnum í dag er ikki tað sama sum fyrr. Fyri meira enn 50 árum síðani var støðan ein heiltur onnur. »Fyrr í tíðini« var arbeiði mest sum at ansa børnum. So við og við bleiv tørvurin størri og størri fyri at fáa børnini ansaði á dagstovni.

Kravið til tað pedagogiska var ikki so »markant«. Málsetningur bleiv skrivaður, og fyri tey flestu vóru tað trý orð: UMSORGAN - KÆRLEIKA – TRYGGLEIKA ella á donskum tey 3’rini, RENLIGHED – REGELMÆSSIGHED – ROLIGHED. Í dag hevur málsetningurin og tey pedagogisku og mennandi virðini fingið annað ljóð, og eru tey nógv meira umfatandi, hóast tað omanfyri skrivaða, framhaldandi er galdandi.
Vit kunnu her nevna ein av uppgávunum ið krevja nógva tíð og vilja vit lýsa hetta her. Tá ið barnaverndartænastan krevur Innheintan av upplýsingum, skulu vit greina vegleiðandi punktir / spurningar:
Hvussu er viðkomandi fyri sosialt?
Hvussu er viðkomandi fyri mentalt?
Hvussu er viðkomandi fyri motoriskt? ( fín- og grovmotoriskt )
Hvussu er viðkomandi fyri við uppfatan?
Hvussu er viðkomandi fyri málsliga?
Áðrenn ein kann senda eitt tílíkt fullfíggjað skjal til rætta viðkomandi, má ein byrja við eygleiðingum. Eygleiðingar taka tíð, og tær eygleiðingar, ið ein ger, í mun til punktini omanfyri, skulu festast á blað. Ein slík uppgáva krevur fyrireiking og kann ikki bara gerðast í eini handavending, men krevur fyrireikingartíð, sum ger, at ein vaksin má fara frá sínum arbeiði inni á stovuni, til eitt annað rúm har friður valdar, til at gera uppgávuna liðna. Tað merkir aftur tað, at nú manglar eitt starvsfólk inni á stovuni og so kemur tað aftur, at fyrireikingartíð krevur uppnormering av starvsfólkatímun.
Kravið til okkum pedagogar og hjálparfólk er blivi so ovurhonds stórt, tí má og skal ásetast eitt ávíst tímatal - minimum 2 tímar - til hvørja stovu um vikuna, og skal hetta vera sett í sáttmálan hjá okkara felag, Føroya Pedagogfelag!!!!
Um tað skal eyðnast at gjøgnumføra ein málrættaðan pedagogik, krevur tað fyrireiking áðrenn. Arbeiði skal verða gott og deiligt bæði fyri starvsfólk og børn, arbeiði krevur at ein er væl fyri bæði fysiskt og mentalt. Ein skal kunnu enda arbeiðsdagin soleiðis, at ein hevur yvirskot til at hava frí og ikki taka arbeiði heim við.