Fundurin verður mánakvøldið 25.6 kl. 19 30 í MBF-húsinum. Endamálið við fundinum er at vita, um fakfólk og avvarðandi eru, ið eru sinnað at virka fyri at felag verður stovnað, sum kann arbeiða fyri at bøta um korini hjá teimum dementu og avvarðandi teirra, tí tað er ein tung og svár uppgáva at liva saman við dementum fólki.
Vit hava eingi tøl í Føroyum fyri, hvussu nógv fólk líða av hesi sjúku, men samanbera vit við londini rundan um okkum, er tað óivað stórt og sigast kann, at uml. 6o % av teim dementu líða av alzheimer sjúkuni.
Í londunum rundan um okkum verður nógv kannað og gjørt fyri henda bólkin, og tí halda fyrireikararnir, at løtan er komin at seta hetta á dagsskránna heima hjá okkum.