Fyrireika seg til kongaliga vitjan

Løgreglan er eisini í ferð við at fyrireika seg til krúnprinsavitjanina í næstu viku. Í gjár fangaði myndamaður okkara hesa myndina úti á Glasi av løgregluni, sum venur seg við rutuna hjá krúnprinsaparinum.

 

Krúnprinsafamiljan, tað er Fríðrikur, krúnprinsur, Mary, krúnprinsessa og børn teirra, Christian, Isabella, Vincent og Josephine, koma til Havnar við Dannebrog hósdagin og steðga í Føroyum til sunnudagin.

 

Hósdagin vitja tey høvuðsstaðin, fríggjadagin liggur leiðin til Norðoyggjar, leygardagin í Runavík og Sundalagnum og sunnudagin í Vágunum.

 

Les eisini Krúnprinsurin handar heiðursmerkini