Fyrireika Norðoya skúladepil

Eftir nýggjár verður farið undir fyrstu fyrireikingarnar til bygging av nýggjum hølum til HT-útbyggingina í Klaksvík. 200.000 krónur eru settar av til fyrireikingarnar í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár.

Eins og fleiri aðra staðni í landinum hevur Tekniski skúlin í Klaksvík eisini tørv á fleiri og betri hølum. Tí verður í næstum farið undir fyrstu fyrireikingarnar til at bøta um viðurskiftini, serliga hjá teimum, sum eru knýtt at HT-útbúgvingini, ið gevur eitt teknisk studentsprógv.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár eru 200.000 krónur settar av til endamálið, sum í uppskotinum hevur fingið heitið »Norðoya skúladepil«. Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður í mentamálum, sigur, at pengarnir eru ætlaðir til at fyrireika nakrar langtíðarætlanir, sum skulu fremjast, tá pláss aftur er á íløgusíðini á fíggjarlógini.
Eftir nýggjár skal ein byggifyririekingarnevnd setast, sum skal finna út av, hvør besta loysnin er fyri hægri teknisku úbtúgvingina í Klaksvík. Annlis Bjarkhamar sigur, at í fyrstu atløgu verður arbeitt við, at HT-útbúgvingin í Klaksvík skal fáa seks skúlastovur afturat. Umframt at tað fer at bøta munandi um umstøðurnar hjá teknisku studentaskúlanmæingunum, so fer útbyggingin eisini at geva betur pláss á restini av Tekniska Skúla í Klaksvík, har HT-næmingarnir í dag húsast.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað er greitt, at 200.000 røkka ikki langt í hesum høpi, men at pengarnir fyrst og fremst eru settir av til eina langtíðarætlan, sum um nøkur ár skal síggjast aftur í Klaksvík. Annlis Bjarkhamar sigur, at málið er at fáa tær fimm verandi miðnámsútbúgvingarnar (Student, HF, HT, HH og Fiskivinnuskúlan), sum í dag virka sum fimm sjálvstøðugar eindir, knýttar tættari saman, fyri á tann hátt at skapa nakrar betri og fjølbroyttari útbúgvingar. Sum liður í hesum málsetningi er so ætlanin at menna Norðoya skúladepil.