- Tíðin er nú komin, har fólk fara at hugsa um bátin og tann hugna, sum hesin hevur við sær. Drúgvu stormarnir í vetur, ið fóru so illa við okkum, gera, at vit nú leingjast eftir hugna og góðum veitslulag.
Tað sigur Bátafelagið á Toftum, sum hevur sent út tíðindaskriv um festivalin, sum verður á Toftum hin 5. mai.
Starvsnevndin í Bátafelagnum og onnur eru nú í gongd við fyrireikingarnar, og tilmelding frá bátaeigarum kann sendast til batafelagid@hotmail.com.
- Tey, sum tilmelda seg, skulu geva upp navn á báti, eigara, telefonnummar, og gjaldið 200 krónur. Tilmelding frá fólki, sum ætla sær á festivalin við húsvogni, kann sendast til toftahavn@nes.fo. Fólk skulu geva upp stødd av vogni, og hvussu nógvar dagar tey ætla sær at vitja. Kostnaðurin er 100 krónur fyri hvønn vogn um dagin.
Starvsnevndin í Bátafelagnum sigur, at nógv undirhald, eitt nú hoppiborgir, rodeotarvur, andlitsmáling og Bassi, verður á skránni.
- Til tey tilkomnu børnini kann nevnast hugnaliga løtan, tá bátarnir koma í Oyrahavnina og verða bodnir vælkomnir við harmonikutónum. Bjóðað verður til suppu og annað í kantinuni, har bátaeigarar og aðrir gestir ofta hava havt eitt sera hugnaligt og stuttligt prát.
Lagt verður aftrat, at eisini verður tónleikur á økinum og í tjaldinum.
- Uppboðssøla verður eisini av einari tekning, sum avmyndar útvaldar borgarar í Nes kommunu - í einum øðrvísi perspektivi, og aftur í ár verða teir vælumtóktu festivalbúffarnir", beinleiðis av grillini á skránni.
Starvsnevndin sigur, at um kvøldið verður rimmar dansur í tjaldinum, hvar sjálvur contrykongurin, Hallur Joensen, kemur at spæla til dans.
- Eitt er at fyriskipa eitt sovorði tiltak, annað er, at tað má og skal verða gjørt við bestu trygd í hásæti, so at vit - tá liðugt er - kunnu fara aftur til hús við góðum minnum, sigur nevndin.