Jens Dolin, leiðari á ?Institut for Naturfagenes Didaktik? á lærda háskúlanum í Keypmannahavn fer í morgin, hósdagin 22. oktober kl. 15 at hava fyrilestur á Læraraskúlanum um didaktiskar trupulleikar í undirvísingini í náttúrulærugreinunum. Jens Dolin, sum er leiðari á ?Institut for Naturfagenes Didaktik? á universitetinum í Keypmannahavn, fer hósdagin 22. okt. kl. 15.00 - 17.00 at halda fyrilestur í auluni á Føroya Læraraskúla.
Fyrilesturin hevur heitið: Kompetenceudvikling gennem naturfagsundervisning
Í stuttum kann fyrilesturin lýsast sum ein áhugaverd og breið gjøgnumgongd av didaktiskum trupulleikum innan náttúrfaksøkið, har mong praktisk dømi verða nýtt til at lýsa og gera hesar spurningar og trupulleikar ítøkiligar og greiðar.
Jens Dolin hevur í mong ár arbeitt við náttúrufaks-spurningum í smb. við didaktik/undirvísing, og er ein kendur og royndur fyrilestrarhaldari bæði í og uttanfyri Danmark.










