Fyrihaldið tykkum til veruleikan!

Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt henda setning frá samgonguni: vit mugu fyrihalda okkum til veruleikan? Hetta hava vit hoyrt so ofta, uttan at tey í samgonguni sjálv lýða á egnu útsøgn og mantra, at eg skilji ikki, at tey enn koma sær at nýta henda setning.

Veruleikin! Hvørs veruleiki?
Nú stjórnarskipanaruppskotið er til viðgerðar í Løgtinginum, hoyra vit aftur hesar orðingar: “vit mugu fyrihalda okkum til veruleikan” o.t. Eg helt, at veruleikin er tann, ið vit sjálv skapa. Men sum vanligt er í Føroyum sita tey sambandssinnaðu við einarætt á veruleikanum – tí veruleikanum, sum vit veruleikafjaru mugu fyrihalda okkum til (Definitión av persóni, ið er veruleikafjarur: Persónur, ið ynskir fult ræði, sjálvsavgerðarrætt, í egnum landi; ein, ið ikki treytaleyst aktar og fylgir reglur og boð, lýst í tínum landi av fremmandum landi).

Allur veruleikin
Eg ætli mær ikki at ognartaka ella avmontera veruleikan, ið samgongulimir hava so kæran. Eg fari bert at víðka hann eitt sindur.
Teir veruleikar, ið samgongan altíð tvíheldur um, at vit skulu taka til okkum, eru tær “veruligi” samtyktir og reglur í donsku grundlógini og heimastýrislógini, sum kunnu forða fyri, at nakað, ið ber á fullveldisleið, kann bera til.
At fyrihalda seg til nøkur punkt og reglar í donsku grundlógini, viðvíkjandi viðgerð av føroyska stjórnarskipanaruppskotinum, er eitt val, og ikki ein ófrávíkiligur veruleiki; tí fólksins vilji í Føroyum hevur ovasta mandat í Føroyum – ja, Føroya fólk er eisini omanfyri donsku grundlógina. Ella hava vit als ikki fólkaræði í Føroyum, og enn hava vit ikki frásagt okkum henda rætt.
Tann veruleikin, at fólkið í Føroyum, ongantíð hevur atkvøtt fyri donsku grundlógina, skulu vit, sambært sambandssinnaðum, ikki “fyrihalda okkum til” – faktiskt skulu vit gloyma tað, lata vera við altíð at hyggja aftureftir, og heldur hyggja frameftir og ganga í takt sum fittar mekaniskar mýs, trektar upp og beindar á kós av donskum embætisfólkum.
Annars er her ein veruleiki, ið vit avgjørt eiga at fyrihalda okkum til, tá talan er um grundlógina og stjórnarskipanaruppskotið: Danir lýsti teirra grundlóg at vera galdandi í Føroyum í 1850, men føroyingar hava ongantíð atkvøtt fyri ella á annan hátt valt donsku grundlógina sum galdandi í Føroyum. Tá ið uppskotið til broytta danska grundlóg var til fólkaatkvøðu í 1953, var valluttøkan í Føroyum heilt niðri á 8,7 %. Aftan á valið varð henda grundlóg lýst at galda í Føroyum. Hvar er “hóskandi” meirilutin her? Sambært hvønn fólkaræðisligan rætt er grundlógin sett í gildi? Hvønn veruleika hevur man fyrihildið seg til her? Svarið er: “Might is right” (hann, ið hevur valdið, hevur rætt – í hesum føri, danir).
Hví skulu vit, sum liva í einum fólkaræði, tillaga okkum eina grundlóg, sum ikki er samtykt av okkum, og tískil er ógildug? (Jep, sambært vesturlendskari definitión av fólkaræði og tilhoyrandi prinsippum og mannagongdum er danska grundlógin bert galdandi í Føroyum, um vit loyva henni) Hví skal ein ógildug grundlóg, og hvussu kann hon, órógva og forða okkara fólkavalda løgting frítt at viðgerða eitt egið stjórnarskipanaruppskot? Um stjórnarskipanaruppskotið ikki er í stríð við donsku grundlógini í onkrum málum ella reglum, so er tað spilt tíð og orka at viðgerða uppskotið; tí so er ikki talan um týdningamiklar og neyðugar broytingar.